Pedagogfelagið fær íslendskan stuðul

Félag Leikskólakennara í Íslandi hevur sent Føroya Pedagogfelag eina sokallað stríðskvøðu, nú fakfelagið er í stríð við almennu arbeiðsgevararnar um betri viðurskiftir til sínar limir. Tað skrivar Pedagogfelagið á heimasíðu síni.


Íslendska felagið leggur dent á, at rættindini hjá børnum at fáa fyrsta floks útbúgving frá skikkaðum námsfrøðingum.


- Dagstovnar eru 1. útbúgvingarstigið og børn eiga rætt til at fáa eina fyrsta floks útbúgving frá skikkaðum námsfrøðingum, skrivar íslendska felagið og leggur afturat.


- Løn og arbeiðstreytir hjá námsfrøðingum eiga at vera líknandi og kappingarfør við aðrar serfrøðingar. Tað er eingin objektiv grundgeving fyri at aldurin hjá næmingum skal avgera lønarviðurskiftini.


Íslendska felagið endar stríðskvøðuna við at staðfesta, at námsfrøðingar eiga at fáa eina løn, ið samsvarar við líknandi útbúgvingar.


- Tað er tí skilaleyst at námsfrøðingar framvegis í 2017 hava lægri løn enn lærarar á øðrum útbúgvingarstigum, skrivar felagið.