Pedro er nú Chelsea-leikari

Hann er keyptur úr FC Barcelona fyri meir enn 200 milliónir krónur.

Hóast hann leingi var ávegis til Manchester United, so er tað nú endaliga greitt, at Pedro skiftir úr FC Barcelona til Chelsea. Tað vátta bæði Chelsea og FC Barcelona á heimasíðum teirra í dag.


28 ára gamli vongleikarin hevur skrivað fýra ára sáttmála við Chelsea, og FC Barcelona kunnger, at hann er seldur fyri 224 mió. kr. Søluprísurin kann tó hækka við tíðini, alt eftir hvussu Pedro klárar seg í Chelsea.


Pedro hevur longu vant saman við nýggju liðfeløgunum í Chelsea í dag, og væntandi verður hann eisini við í Chelsea-hópinum, sum sunnudagin spælir á útivølli ímóti West Bromvich.


Pedro spældi fyrsta dystin fyri besta liðið hjá FC Barcelona í 2008, har hann hevur spælt 321 dystir og skotið 99 mál.