- Peika ikki at fólki

Við Gamla Bókhandil hevur tað nú í mong ár verið fastur táttur, at Fresunar Herurin hevur havt útimøti á ólavsøku. Soleiðis verður eisini í ár.

"Vit fara at hava tvey útimøtir í dag og so aftur í morgin. Eitt var nú klokkan 17, og hitt verður í kvøld klokkan 23," sigur Palli Petersen, sum er eitt kent andlit í Frelsunar Herinum.

"Okkara hornorkestur marchera omaneftir, og so halda vit møti her. Nógvur sangur er á skránni, og so hevur onkur ein vitnisburð. Njál kemur eisini at hava eitt orð til okkara," sigur Ólavur í Trøðini, sum er soldatur í Vági.

"Mong siga við meg,at ólavsøkan hevði ikki verið nakað verd uttan Frelsunar Herin. At vit eru ímyndin av ólavsøkuni," sigur Palli.

"Herbergið hjá okkum er eisini opið um ólavsøkuna. Har er altíð nokk at gera, tíverri," sigur Ólavur, "vit høvdu ynskt, at tað ikki var brúk fyri okkum á hasum økinum. Men tað er tað."

"Endamálið hjá okkum er ikki at peika at fólki, men at peika á hann, sum kann hjálpa," sigur Palli at enda, áðrenn hann fer at rigga til næsta útimøti, har væntandi nógv fólk fer at koma at lýða á.