Maðurin sum varð valdur at verða heimsins besti fótbóltsspælari í 20. øld, brasilski Pelé hevur í hávirðing ynskt portugisiska Cristiano Ronaldo hjartaliga tillukku við at sligið metið við flest skoraðum málum.
Árini 1956 til 1977 skoraði Pelé samanlagt 767 mál fyri Santos, brasilska landsliðið og fyri New York Cosmos.
Hetta metið hevur 36 ára gamli Cristiano Ronaldo nú sligið. Cristiano Ronaldo sum er væl fyri likamliga spælir uttan iva til hann er minst 40 ár, og bara higartil hevur hann skorað samanlagt 770 mál fyri Sporting Lissabon, Manchester United, Real Madrid, Juventus og portugisiska landsliðið.
Metið hjá Cristiano Ronaldo gjørdist veruleiki ígjár, tá hann skoraði hattrick í 3-1 sigrinum hjá Juventus á Cagliari ígjár.
80 ára gamli Pelé skrivaði ígjár til sínar 5,8 miljónir fylgjarar á Instagram: "Hjartaliga tillukku Cristiano við, at tú hevur tikið mít málmet við málum í almennum dystum. Eg hávirði teg, eg elski at síggja tey spæla, og tað havi eg ongantíð dult. Tað einasta eg iðri meg um er, at eg ikki fáa givið tær eitt klemm í dag", skrivaði Pelé.
Í Kekkia eru tey rúkandi ósamd viðvíkjandi málmetinum. Har tvíhalda tey, at Josef Bican (1913-2001) skoraði 821 mál í almennum dystum fyri seks ymisk lið í kekkoslovakiskum fótbólti pluss landsliðsmál. Fótbóltshagfrøðingar eru tó ósamdir við kekkar, og teirra almennu tøl siga, at Josef Bican skoraði "bara" 759 mál í almennum dystum. Josef Bican spældi vaksnamannafótbólt millum 1931 og 1955.