Hjáveiða
Í tíðini hjá Bjørn Kalsø, fyrrverandi landsstýrismanni í fiskivinnumálum, varð eitt skifti nógv gjørt burtur úr møguligari hjáveiði hjá pelagisku skipunum, sum fiska í føroyskum sjógvi. Fjølmiðlarnir settu fokus á hetta mál, sum eisini fekk drúgva umrøðu á tingi. Við tíðini fjaraði málið burtur aftur, og síðan hevur stórt sæð verið tøgn.
Nú fiskidagarnir fyri komandi ár aftur skuldu ásetast sambært lógini um vinnuligan fiskiskap, tók spurningurin um hjáveiði seg uppaftur.
Málið um fiskidagar fór í vinnunevndina eftir fyrstu viðgerð á tingi, og tá álitini komu aftur úr nevndini, hevði eitt nú formaðurin, Jóhan Dahl, møguliga hjáveiði hjá pelagisku skipunum við í sínum minnilutatilmæli til løgtingið.
Í sínum áliti vísti Jóhan Dahl á, at neyðug stig eiga at verða tikin til at økja um eftirlitið hjá Fiskiveiðieftirlitinum, serliga við atliti til hjáveiði hjá uppisjóvarflotanum og fremmandum skipum í føroyskum sjógvi.
Formaðurin í vinnunevndini mælti eitt nú til, at skipanin við eftirlitsfólki umborð á pelagisku skipunum eigur at fáast at virka aftur.
- Eg havi ta fatan, at nógva svartkjaftaveiðan undir Føroyum hevur beinleiðis ávirkan á støðuna hjá fiskastovnunum, segði hann.