Pellar Biggi við vilja?

Formaðurin í tingbólki Fólka­floks­ins kann bæði vera ber­søg­in, speiskur og bondskur. Og so tykist hann eisini hava hug at pella.

Tað er bara tað, at tá ein leið­andi politikari førir seg so­leið­is fram, so kann verða ringt at skilja ímillum, nær hann er hvat. Tí er hann trupul at taka fyri fult.

Undir tingviðgerðini av mál­i­num hjá Javn­að­ar­flokk­i­num og Tjóð­v­eld­i­num um kring­varps­gjaldið hós­dag­in førdi hann fram, at ein al­m­enn­­ur stovn­ur eig­ur í Sos­i­ali­num, sum hann ikki heldur vera ein óheftan miðil.

Vit undrast á, hví ein leið­andi pol­i­ti­k­ari í Fólk­a­flokk­i­num – ein sum eisini førir seg fram sum vinn­u­lívs­mann – er so illa kunnaður um før­oyskt vinn­ulív, at hann ikki veit bet­ur.
Men hetta var helst ætlað sum eitt skot – hetta var uttan iva ein tilvitað roynd at skala trú­­virð­ið hjá Miðlahúsinum.

Sum kunnugt átti Føroya Tele einaferð 34 prosent av part­­a­­pen­­in­g­­i­­num­. Føroya Tele gjørd­­ist eigari stutt eftir, at P/F Miðl­­a­­fel­ag­ið, sum starvsfólk á Sosi­­al­­i­­num eiga, hevði keypt blað­ið frá Javn­að­ar­flokk­i­num. Hetta var 2006. Men longu árið eft­ir keypti P/F Miðlafelagið aft­­ur part­a­pen­ing­in hjá Føroya Tele.
Soleiðis eru eingi handilslig ella politiskt áhugamál aftan fyri P/F Miðlafelagið, sum eig­ur Sos­ialin og Rás2.

– Eitt feikt úttalisli, sum ikki sømir seg formanni Fólka­floks­­ins á tingi, halda vit!