Gjaldið úr barsilsskipanini eigur at verða hækkað. Tað heldur Ruth Vang, løgtingskvinna fyri Framsókn, og forkvinna í Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum.
Løgtingið hevur havt aðalorðaskifti um javnstøðu og í tí sambandi fekk barsilsskipanin nógva umrøðu.
Ruth Vang vísti á, at tað mesta, foreldur kunnu fáa úr barsilsgrunninum, er 25.000 krónur um mánaðin, og tað er ein upphædd, sum hevur staðið í stað í nógv ár. Samstundis eru allir prísir farnir upp, so í dag eru 25.000 krónur nógv minni verdar enn tær vóru fyri fleiri árum síðani, tá ið markið varð sett.
Hon vísir samstundis á, at tað vísir seg, at kvinnur eru nøgdar við markið, sum tað er, tí tær ynskja sær heldur, at barsilsfarloyvið verður longt.
Spurningurin er so, hví kvinnurnar eru nøgdar við upphæddina. Er tað tí, at vanligu kvinnustørvini eru so illa lønt, at tær raka ikki markið? Og er orsøkin til, at so fáir pápar fara í barnsburðarfarloyvi, tann øvugta, nevniliga, at teirra lønir eru so høgar, at teir verða raktir av hámarkinum, og mugu niður í løn, tá ið teir fara í barsil, spyr forkvinnan í Fíggjarnevndini.
– At gjaldið úr barsilsskipanini í mesta lagi kann vera 25.000 krónur um mánaðin, er heilt vist ein orsøk til, at so fáir pápar fara í barsilsfarloyvi, tí inntøkumissurin er størri enn hann er hjá mammunum, heldur Ruth Vang.
Tí heldur hon, at verður gjaldið hækkað, hevði tað eggjað fleiri pápum at farið í farloyvi.
Jónleif Johannesen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin heldur, at skulu pápar eggjast til at fara í barsli, er ein møguleiki at geva teimum eina viku eyka í barsili, hvørja ferð, teir taka eina viku , og ein annar møguleiki er at gjaldið úr barsilsskipanini, verður hækkað úr 25.000 krónum um mánaðin, sum tað er nú, upp í 30.000 krónur um mánaðin.
Katrin Kallsberg, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, sigur, at tað vísir seg, at tað vísir seg, at fáa páparnir møguleikan at fara í barnsburðarfarloyvi, gera teir tað. Tað vísa royndir úr Íslandi, har gjaldið úr barsilsskipanini annars er lægri enn tað er í Føroyum. Tí heldur hon, at tað er ein gongd leið at áseta eina pápakvotu.
Ruth Vang tekur hinvegin ikki undir við, at politiski myndugleikin skal fortelja foreldrum, hvat er best fyri tey, og skal uppala pápar til at fara í barnsburðarfarloyvi.
– Tey allarflestu vilja sleppa at leggja síni viðurskifti til rættis sjálvi, sigur hon.
Jógvan á Lakjuni, tingmaður fyri Fólkaflokkin, skilur als ikki hugburðin, at menn skulu kroystast heim í barsil. Tær kvinnur, hann kennur, og sum eiga børn, elska at kunnu vera heima hjá børnunum, leggur hann afturat.