Pengarnir freistaðu Per at selja

Framleiðslufelagið Blu, sum føroyski Per Zachariassen var annar av eigarunum av, er selt til altjóða felagið FremantleMedia, og Per Zachariassen, sum framvegis eigur ein lítlan part í felagnum, viðurkennir, at tilboðið var ov gott til at siga nei til

Framleiðslufelagið Blu Entertainment hevur seinnu árini havt óvanliga stóra framgongd í donsku miðlaverðini. Felagið mennir og framleiðir sjónvarpsundirhald, og annar av eigarunum í felagnum hevur verið føroyski Per Zachariassen.
Nú hava Per og samstarvsfelagið hansara, Henrik Hancke Nielsen, selt teirra succesfyritøku til eitt altjóða felag, sum teir hava samstarvað nógv við.
? Vit hava selt meginpartin av Blu, men vit halda tó fram at starvast í felagnum, og í grundini halda vit, at vit nú hava styrkt Blu og syrgt fyri, at arbeiða hjá okkum verður meira støðugt, sigur Per Zachariassen.
Tað verður ikki upplýst, hvussu nógv FremantleMedia hevur goldið fyri tey 80 prosentini av Blu, men talan er um eina milliónaupphædd, sum eisini kemur gomlu partaeigarunum til góðar.
? Jú, pengarnir vóru eisini ein viðvirkandi orsøk til, at vit seldu felagið. Tilboðið var næstan ov gott at siga nei til, sigur Per Zachariassen.

Ein kvik successøga
Blu Entertainment hevur verið virkið síðani apríl mánaði 2001. Felagið byrjaði mest sum frá ongum, men er síðani blivið ein risi í donsku undirhaldsverðini og hevur eisini selt sjónvarpskonsept til útlandið.
Blu hevur ment sjónvarpsundirhald sum »Stóra Klassafestin«, »Vinir fyri lívið« og »Tað fullkomnað brotsverkið«, og felagið hevur eisini framleitt sendirøðir sum »Idols«, »Stjørna eitt kvøld« og »Boksina« ? stutt sagt lætt undirhald til familjuna í bestu senditíð.
Slíkt eru tað pengar í, og FremantleMedia, sum allatíðina hevur verið ein samstarvspartur hjá Blu, hevur hildið eitt vakið eyga við felagnum, og nú valdi Fremantle at sláa til og keypa felagið hjá Henrik Hancke Nielsen og Per Zachariassen.
FremantleMedia selir sjónvarpssendingar til 150 long kring heimin. Felagið er framleiðslufelagið hjá RTL Group, sum er størsta sjónvarps- og útvarpsfelagið í Europa. Og nú hevur Fremantle eisini lagt Blu undir seg, og ætlar at brúka Blu sum jarnbrot á norðurlendska marknaðinum.

Halda fram í Blu
Leikluturin hjá Per Zachariassen er ikki av í Blu, nú Fremantle hevur keypt meginpartin av felagnum.
? Eg havi gjørt ein fimm ára sáttmála við Blu, og tí heldur arbeiðið hjá mær fram í Blu. Vit halda fram at menna og framleiða sjónvarpssendingar, og nú verða uppgávurnar meira støðugar, tí alt, sum Fremantle skal gera í Danmark, verður í framtíðini framleitt av Blu, sigur Per Zachariassen.
Hann heldur fram í leiðsluni í felagnum, og tað sama ger Henrik Hancke Nielsen, sum hevur verið stjóri. Teir báðir eiga framvegis ein lítlan part av Blu.
? Tann einasti munurin er, at nú er Fremantle komið rættiliga inn í samstarvi við øllum teimum møguleikum, sum tað hevur við sær, sigur Per Zachariassen.