Pengarnir streyma í landskassan, og í kommunukassarnar, við sama lag. Tað vísir einn nýggj uppgerð hjá Taks yvir, hvussu stórar inntøkurnar av skatti hava verið í ár, aftur ímóti í fjør.
Uppgerðin vísir, at tilsamans hava kommunurnar fingið stívliga 1,8 milliardir inn í kommunuskatti teir fyrstu 11 mánaðirnar í ár, og tað eru góðar 137,5 milliónir meiri enn tær fingu í sama tíðarskeiði í fjør.
Í miðal hava kommunurnar sostatt fingið 8,14 prosent meiri inn í skatti higartil í ár, enn tær høvdu fingið í sama tíðarskeiði í fjør.
Sama støðan er hjá landskassanum, tí hann hevur fingið góðar 1,5 milliard inn í skatti higartil í ár, og tað eru góðar 138,5 milliónir, ella 9,99 prosent meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør.
Sambær Taks er tað bara ein kommuna, sum hevur fingið minni inn í skatti higartil í ár, aftur ímóti í fjør.
Og tað er ein av landsins allarminstu kommunum, Fámjins kommuna, sum hevur fingið slakar 2,3 milliónir inn í skatti higartil í ár, og tað eru 80.000 krónur, ella 3,39 prosent minni enn í sama tíðarskeiði í fjør.
Men á Tvøroyri ríður um snarið, tí har hevur inntøkan av kommunuskatti verið góðar 56 milliónir í 11 teir fyrstu mánaðirnar í ár, og tað eru góðar 255.000 krónur, ella 0,46 prosent meiri enn í fjør.
Í Klaksvíkar kommunu vóru tey rættiliga dapurtskygd, tá ið undanfarna samgonga setti eina nýggja fiskivinnuskipan í gildi, tí borgarstjórin stúrdi fyri, at tað fór at verða neyðugt at seta stórar sparingar í verk.
Men tølini frá Taks vísa, at tað hevur gingið øvugt, tí higartil í ár, hevur Klaksvíkar Kommuna fingið góðar 195 milliónir inn í skatti, og tað eru góðar 16,3 milliónir, ella 9,13 prosent, meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør.