Tað stendur væl til í Føroyum fíggjarliga. So væl, at meira enn hálvtfjórðhundrað milliónir skulu skarvast av blokkinum næsta ár. Hettar vil í hvussu so er samgongan verða við.
Er hettar nú støðan? Andstøðan og onnur hava ført fram, at stóra avlopið á fíggjarlógini hvørt ár partvíst skyldast útsettar íløgur sum fara at koma óansæð hvussu víkir og vendir. Hesar íløgurnar liggja innan samferðsluøkið, skúlaverkið og ikki minst innan almanna og heilsuøkið.
Vit hoyra hvønn dag um hvussu almanna og helsuøkið verður skert. Fólk, ið hava hjálpartól fyri neyðini fáa ikki ta tænastu, ið sømir seg fyri eitt land, ið rópar seg vælferðarsamfelag. Landsjúkrahúsið hevur í nogv ár stongt deildir í summarfrítíðini, og bygningar og annað er farið at eldast. Flestu skúlar í landinum liva ikki upp til krøvini í nýggju fólkaskúlalógini og skipini hjá Strandferðsluni eru tey flestu gomul og hava tænt væl og virðiliga fyri seg.
Í nítiárunum var íløgusteðgur, tí kreppa var, og pengar vóru ikki til taks. Nú hava vit ráð til endurnýggingar, men verða hesar útsettar, tí búskapartølini skulu síggja pen út fyri fullveldið. Íløgutørvurin fer ongan veg og gerst heldur størri, longur vit útseta hesar íløgur. Nýtt landsjúkrahús, ferjur, undirsjóvartunnil til Norðoyggjar, ajourføring av almannaverkinum o.s.fr. eru íløgur fyri milliardir.
Føroya Landstýri stendur nú framman fyri hesum risaíløgum, ið skullu gerast óansæð hvussu víkir og vendir ? skipini kunnu ikki sigla til tey verða 100, verandi landsjúkrahús, ið hevur á leið 30 ár á baki gerst heldur ikki yngri.
Hvat ger landstýrið við hettar? Jú teir skarva hálvtfjórðhundrað milliónir av blokkinum, og fara so at kjakast um, hvørt nýggi Smyril skal fara av íløgukarminum ella ikki. Landstýrið kundi betalt nýggju Suðuroyarferjuna kontant, uttan at borgarin merkti nakað, um teir einans útsettu niðurskurðin av blokkinum í eitt ár. Eitt Suðuroyarskip hitar ikki føroyska búskapin stórvegis, tí tað verður bygt uttanlands. Tí eru góð argumentir fyri at halda tað uttanfyri íløgukarmin, um tað verður goldið av pengum man ætlar at senda retur til Danmarkar ella geva avkall uppá allíkavæl.
Landstýrið skumpar við blokkniðurskurðinum, ið teir snilt fremja allarseinast í valskeiðnum, allar pengasorgir á næstu samgongu, ið kemur at hava tí torføru og óivað ópopuleru uppgávu at fáa komandi fíggjarlógir at balansera við milliardaíløgum fyri framman og færri pengum.