Tíðin, sum partarnir í fíggj-arheiminum hava at loysa ósemjuna um nýggjan sáttmála fer nú av álvara at styttast.
Fakfeløgini lýstu verkfall at koma í gildi í kvøld á midnátt um eingin loysn er funnin, og peningastovnarnir lýstu afturímóti við at lata peningastovnarnar aftur kl. 14.00 í dag, fyri at kunna avgreiða umbidnu tænasturnar áðrenn eitt møguligt verkfall tók við.
Men í gjár avgjørdu semingsmenninir báðir, Alfred Petersen og Jógvan Amonsson at útseta verkfallið til mánakvøldið í næstu viku á midnátt.
Við hesum er so í fyrsta umfari sloppið undan einum verkfalli nú, men enn er óvist, um tað ikki kortini endar við verkfalli.
Ógreiða um
løngjaldingina
Tá tað í seinastu viku gjørdist greitt, at peningastovnarnir vóru hóttir við verkfalli, avgjørdu leiðslurnar í stovnunum bert at gjalda starvsfólkunum løn fyri tríggjar dagar av juni mánað.
Hesum funnu starvsfólkini seg ikki í, og fakfeløgini fingu tí advokatarnar Teirin & Skaalum at gera eitt løgfrøðisligt responsum, hvørt tað var lógligt ella ikki sum arbeiðsgevararnir høvdu gjørt.
Niðurstøðan hjá sakførarunum var, at arbeiðsgevararnir ikki hava rætt til at eftirhalda í lønini fyrr enn verkfallið er veruleiki, og tað merkir ístuttum, at teir siga, at framferðarhátturin hjá arbeiðsgevarunum er í andsøgn við sáttmála og høvuðsavtalu.
Hesari niðurstøðu er arbeiðsgevararnir als ikki samdir í.
Í einum tíðindaskrivið í gjár vísa teir á, at útgjaldingin av lønini er gjørd samsvarandi verkfallsvegleiðingini hjá Finansforbundet, sum er orðførandir samráðingarpartur vegna fakfeløgini í fíggjarheiminum.
Henda vegleiðing sigur, at flestu starvsfólk hava sambært sáttmála ella avtalu rætt til at fáa lønina útgoldna mánaðarliga forút - tó í longsta lagi til dagin áðrenn verkfall verður sett í verk. Galdandi fyri tað lønarkoyring, sum verður gjørd mánaðan áðrenn verkfallið verður sett í verk, skal tryggjast, at tað einans verður útgoldin løn fyri tíðina fram til verkfallið verður sett í verk.
Við hesum sum grundgeving siga arbeiðsgevararnir, at teir hava hildið seg til galdandi rættningslinjur hjá fakfeløgunum sjálvum, og at teir tí einki skeivt hava gjørt í so máta.
Bara galdandi
fyri Føroya Banka
Ragnar Olsen, frá Finansforbundet, sum er felagið hjá starvsfólkunum í Føroya Banka váttar fyri Sosialinum, at tað er rætt sum Arbeiðsgevarafelagið sigur.
? Men avtalan, sum teir vísa til er bert galdandi fyri starvsfólkið í Føroya Banka. Og eftir okkara tykki ber ikki til at flyta eina avtalu hjá einum felag yvir á hini uttan víðari, sigur hann.
Tí hevur Trygdin, sum er felagið hjá starvsfólkunum á Tryggingini biðið um eitt løgfrøðisliga meting av framferðarháttinum.
? Nevndin í Trygdini heldur ikki, at tað er rættur framferðarháttur, og tað gevur løgfrøðingurin teimum rætt í, sigur Ragnar Olsen.
Møguliga í
gerðarrættin
Hóast framferðarhátturin er samsvarandi verkfallsvegleiðingini hjá Finansforbundet, so merkir tað ikki at starvsfólkið hjá felagnum í Føroyum eru nøgd við framferðina.
? Tí ganga feløgini í løtuni við tankum um at royna málið í einum gerðarætti. Tað kundi verið, at tað vóru føroysk viðurskifti sum gera, at hasin parturin av avtaluni ikki skal verða galdandi í Føroyum, og um so er, so koma vit sjálvsagt eisini undir tær treytirnar, sigur Ragnar Olsen.
? Tí skal eingin ivi verða um, at vit bakka upp, um hini feløgini avgerða at royna gerðarættin.
Standa við krøvini
Í dag klokkan 10.00 byrjaðu fóru semingsmenninir Jógvan Amonsson og Alfred Petersen til samráðingarborðið við stríðandi pørtunum.
Semingsroyndirnar eru á Hotel Eiði, og tað er, eftir tí sum skilst, ikki fyri at koma burtur frá tí stressaða høvuðsstaðnum, at fari verður til Eiðis, men tí at eingi egnaði høli eru til taks í Havn.
Um friðurin uppi undir gørðunum á Eiði fær partarnar til at semjast, ber sjálvandi ikki til at siga, men er eingin semja fingin í hús áðrenn midnátt mánakvøldið, so verður verkfall so skjótt sum samráðingarnar slitna eftir midnátt.