Peningur játtaður til spælipláss

Innspark skal nú gera eina heildarætlan fyri útiøkið hjá Frítíðarskúlanum á Toftum.

 

Hóskvøldið 22. juni samtykti býráðið í Nes kommunu at taka av tilboði frá Innspark at gera eina heildarætlan fyri útiøkið hjá Frítíðarskúlanum.

 

- Nýggi Frítíðarskúlin, sum varð tikin í nýtslu í fjør, fekk eisini tá nakað til spæliplássið, men tað var bara ein byrjan.

 

Tað siga tey í Nes kommunu í dag. Lagt verður aftrat, at nú verður talan um eitt náttúruspælipláss, spælihús, parkourvøll og dandistativ.

 

Býráðið í Nes kommunu samtykti á sama fundi at játta pening til at leggja gummi á spæliplássið í Barnagarðinum.

 

- Eisini varð peningur játtaður til tess at byrja eina uppraðfesting av skúlagarðinum í Tofta skúla, siga tey í Nes kommunu.