Penjóninir skulu aftur skattast við útgjald

Avgerðin hjá samgonguni at skatta pensjónir við inngjald, feri ikki at standa við leingi.

Tað staðfesta løgtingsfólk fyri Tjóðveldi, nú Løgtingið er farið at viðgera fíggjarlógina fyri í ár.

Bæði Kristina Háfoss og Høgni Hoydal førdu fram, at tey taka frástøðu frá avgerðini at skatta pensjónir við inngjald og at vendast skal aftur til gomlu skipanina so skjótt, sum gjørligt.

Kristina Háfoss staðfesti, at tey vilja ikki gera skaðan størri og tí verður hendan skipanin at skatta pensjónir við inngjald, helst galdandi hetta árið, men at spurningurin skal takast upp í sambandi við arbeiðið at gera eina nýggja pensjónsskipan.