Á Krambatanga stóð bussur fyri okkum, og koyrdi okkum suður til Vágs. Mest spentir vóru luttakararnir at koyra gjögnum nýggja tunnilin suður til Hovs. Ólíka var at fara tann vegin og at sleppa undan at fara upp um Hovsegg. Vit koyrdu framvið nýggja miðnámsdeplinum, ið verður bygdur sunnan fyri Hovsá úti í porkerishaganum, langt burtur frá fólki.
Á vegnum varð farið oman til Porkeris, og hóast tú væl kendi teg aftur, so var bygdin nógv broytt, síðani eg sum stórur smádrongur plagdi at ganga úr Vági og út til Porkeris at keypa mjólk, ofta meira enn eina ferð um vikuna. Nógv er broytt í tey 60-70 árini, ið gingin eru, Salurin í Skemmutúninum, sum var tað fyrsta tú rendi teg í, er fluttur niðan í böin, men gomlu handilshúsini í Skemmununi, hjá Dijinum, skómakarunum og Samfylkinum standa í sama stað. Og ikki at gloyma kirkjuna og gamla skúlan, sum nú er bygdarsavn. Nógv nýggj hús eru bygd, men fleiri standa ikki í bygdini longur. Bæði húsini á Hövdanum, hjá Pola og hjá Josva eru fyri mongum árum síðani flutt til Vágs, húsini hjá Klyvari, ið stóðu oman fyri Skemmuna, eru burtur, og hugnaliga myndin av tí umhvörvinum, har Helenius gjördi des vestan fyri er ikki til.
Úr Porkeri koyrdu vit til Vágs, inn um Hövdan og gjögnum Klyvarnar, undir gomlu eplaveltuni vit hövdu undir krígnum og inn á Nes. Undir vegnum standa gomlu Sjóartoftir og Dunsatoftir, og oman fyri seinni húsini í Sjóartoftum, bóndahúsini og longri inni omanfyri gamla vegin hini húsini á Nesi, millum onnur tey við Neytalið og á Jaðri, og ikki at gloyma húsini hjá Morell. Oman av er lendingin á Nesi, beint innan fyri Stangarnestanga. Sunnanfyri fjörðin Agrar, Lopra, Beinisvörð og Kyrvið. Reyðabrekka er partur av gamla vegnum beint innan fyri Nes, og longri inni er Rættargjógvin og Neslíð, áðrenn vit koma til Vágs.
Farið varð beint vestur á Eiðið, sum Vágseiðið verður rópt har suðuri, eitt nú fyri at vísa vökru natúrina, og greiða luttakarunum týdninginum av útróðrinum haðani, sum stóð við til eftir seinna heimsbardaga. Av Eiðinum fóru vit út á Hotell Bakkan í Lágabö at eta dögurða, har stjórin Martin Christensen borðreiddi við aspargessúpan, oksasteik, desert og kaffi. Ein frálíkur dögurði. Hotell Bakkin skal hava stóra tökk fyri móttökuna.
Á ferðini vestur á Eiðið og út aftur koyrdu vit framvið gomlu húsunum, handlinum og pakkhúsunum á Gørðunum. Stórapakkhús niðri við Garðabrúgv, har millum annað mangur stampur varð egndur, er ein perla í sær sjálvum. Gamli Garðahandilin og pakkhúsini kunnu ikki húsa modernaðari framleiðslu, men eru ideell til mentunarvisksemi, fyri ikki at tala um gamla skúlan frá 1884 á Oyralagnum. Á Fløðulið standa turkaríið hjá Diasi og timburhandilin.
Eftir vitjanina í Vági gekk leiðin norður eftir oynni, heilt norður til Sandvíkar. Á tann vælsignaður lætti tað er at sleppa frá at fara uppum Hovsegg. Spell er tað bara, at tunnilin kemur út í Tjaldavík heldur enn vestan fyri Øravík, men onkur helt, at teir vildu spara bøin hjá ørvingum.
Tú kannst ikki siga, at tað ikki er ein uppliving at koyra til Hvalbiara og Sandvíkar, men tað er sum at fara til bjarga, so tað er væl skiljandi at fólk gleða seg til teirra tørn verður at fáa nýggjar tunnlar. Annars rann mær í hug tær ferðir eg sum ungur var í Hvalba í grind.
Tað var formaðurin í Pensionistafelagnum í Havn, Suni Joensen, sum er ættaður úr Sandvík, ið skipaði suðuroyarferðina. Hann vísti okkum runt í bygdini, segði nakað um søguna hjá bygdini, og vísti á søguligu støðini, hvar Sigmundur kom á land, hvar Tórgrímur búði, umframt syndarligu hendingina av skaðagrindini á sinni. Eisini vísti hann okkum inn í barnaheim sítt, elstu húsini í bygdini, eini hálvtannaðhundrað ára gomul.
Úr Sandvík koyrdu vit suður á Tvøroyri, til gomlu handilshúsini og pakkhúsini hjá Thomsen, sum nú eru skipaði sum mentunarhøli. Vit fingu eina móttøka frá Onnu Kirstini, ið var brúdleypsgestum verdu, og hon vísti okkum eisini runt í gomlu húsunum, sum nýliga vóru gjørd í stand, áðrenn vit drukku kaffi inni í gamla handlinum. Ein imponerandi uppliving, sum bygdirnar og ikki minst Havnin kundu lært av.
Klokkan hálvgum sjey varð farið aftur til Havnar við Smyrli, og klokkan níggju um kvøldið vóru vit heima aftur hjá okkum sjálvum, væl nøgd eftir eina væleydnaði ferð, sum formaðurin, Suni Joensen, skipaði, og sum hann bæði skal hava takk og rós fyri.