Pensjónistar kæra sína neyð

- Eg eri í Gundadali hvønn einasta sunnudag og tað kostar mær 80 krónur hvørjaferð. Tað burdi ikki kostað so nógv fyri pensjónistar, sigur hann avgjørdur

Ein pensjónistur úr Tórshavn, sum ynskir at vera dulnevndur, men Sosialurin veit navnið á, kærir sína neyð. Hann er bara ein aldraður glaður fótbóltsjeppari, sum við eftirlønarinntøku sínari hevur trupult við at fáa endarnar at røkka saman, nú hann hyggur at øllum fótbóltsdystum í Havn og harvið má av við upp ímóti 600 krónum um mánaðin.
- Eg eri í Gundadali hvønn einasta sunnudag og tað kostar mær 80 krónur hvørjaferð. Tað burdi ikki kostað so nógv fyri pensjónistar, sigur hann avgjørdur og hyggur uppgevandi burt.
Hann veit eisini um aðrar pensjónistar, sum kæra somu neyð, og meta tað heldur gagna feløgunum, um teir seta prísin niður, heldur enn at tað kostar teimum. Sambært teimum er tað nevniliga fleiri pensjónistar, sum halda seg við hús vegna høga atgongumerkjaprísin.