Pensjónistar skulu hava tað betri

Ætlanin er, at pensjónistar, sum koma í dagtilhaldið í Kollafirði, skulu fáa høvi at luttaka í heilsufremjandi venjingartiltøkum.

 

Tórshavnar kommuna arbeiðir við at betra um umstøðurnar hjá pensjónistum, sum ganga í dagtilhald í Kollafirði. Dagtilhald hevur verið í leigaðum hølum í Bygdarhúsinum einaferð um vikuna, men nú er ætlanin at gera tilboðið betri.

 

Jákup Dam, býráðslimur í Tórshavnar kommunu, sigur, at ætlanin nú er at brúka gamla barnagarðin Millum Bóla í Kollafirði til dagtilhald, og sum frá líður er ætlanin eisini, at dagtilhaldið skal verða opið einar tríggjar dagar um vikuna.

 

- Málið er, at pensjónistar, sum koma í dagtilhaldið, eisini skulu fáa høvi at luttaka í heilsufremjandi venjingartiltøkum, men júst hvussu hetta verður skipað, er ov tíðliga at siga í løtuni.

 

Býráðslimurin vísir á, at tað eru pensjónistar í Kollafirði, sum luttaka í heilsufremjandi venjingartiltøkum í Havn, men hann heldur, at tað hevði verið høgligari, um fólk høvdu havt hetta høvi í Kollafirði.

 

- Vóru venjingarnar í Kollafirði, hevði hetta eisini gjørt, at fleiri høvdu havt møguleikan at brúkt tilboðið. Eg ivist onga løtu í, at tað loysir seg í seinna enda - bæði fyri pensjónistarnar sjálvi og samfelagið - at skipa fyri venjingartilboðum, sigur Jákup Dam.