Stýrið fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin, AMEG, vanliga nevndir Samhaldsfasti, hevur samtykt at hækka eftirlønina úr grunninum 90 krónur um mánaðin. Hetta verður galdandi frá frá 1. januar og hetta svarar til eina hækking upp á 1,5 prosent. Nú er eftirlønin úr Samhaldsfasta 5.865 krónur um mánaðin, men 1. januar hækkar hon sostatt upp í 5.955 krónur. Tilsamans verður gjaldið úr Samhaldsfasta sostatt 71.460 krónur næsta ár.
Lógin fyri Samhaldsfasta ásetir, at stýrið fyri grunnin skal áseta gjaldið fyri næsta ár í seinasta lagi 1. oktober. Í fjør vórðu 600 milliónir goldnar í eftirlønum úr Samhaldsfasta og í ár verður gjaldið umleið 630 milliónir -og næsta ár verður tað einar 655 milliónir.