Pensjonistar sleppa á Tjarnargarð

Tórshavnar kommuna hevur sett pening av til ein fysioterapeut, sum fer at hava liðvenjingar á Tjarnargarði til pensiónistar, sum búgva heima Í tíðindaskrivi verður sagt, at endamálið er at geva teimum eldru møguleika at venja, soleiðis at tey framhaldandi kunnu hava góða heilsu og styrkja likamið, soleiðis at tey betri megna tey dagligu tingini, sum skulu til, fyri at vera sjálvhjálpin.

Hetta samsvarar við politiska málsetningin hjá Tórshavnar kommunu, har málið er, at tey gomlu skulu hava eitt gott lív.

Tilboðið er at venja í liðum og ikki einstaklingaviðgerð hjá fysioterapeuti. Tey, sum koma til venjing á Tjarnargarði, mugu kunna koma sjálvi. Tað verður ikki veitt hjálp til koyring.

Umsóknarbløð fáast í Snarskivuni og verða løgd, har pensiónistar samlast. Eitt nú í Tilhaldið og Pensionistafelagið, eins og tað verður lagt á heimasíðuna hjá Tórshavnar kommunu.