Pensjónsfundur í Vágum

Framtíðar pensonsskipanin skal viðgerast í morgin millum allar flokkar

Sama dagin, sum Løgtingi viðgjørdi málið um at skerja grundupphæddina í fólkapensjónini, kallaði samgongan umboð fyri allar flokkar á fund í Vágum um nýggju pensjónsskipanina.

 

ætlanin hevur alla tíðina verið at gera eina fullfíggjaða pensjónsskipan, men higartil er bert eydnast at semjast um inngjaldið til skipanina. Hvør einstakur løntakari skal spara eitt prosent meira av lønini hvørt ár, til samlaða pensjónsinngjaldið er 15 pårosent av lønini.

 

Hendan skipan er farin at virka - hóast árið í ár er eitt undantak -, men enn er ikki endaliga avgjørt hvussu útgjaldið verður av pensjónunum.

 

Tað eru tað, sum umboð fyri allar flokkar fara at viðgera á pensjónsfundi í Vágum mikudagin og hósdagin í hesi vikuni.