Í kuldanum í gjár fingu 36 heimaskiparar, skiparar og skipsførarar prógv á sjómansskúlanum í Havn. Eftir tógvið stríð og nógvan lestur kundu allir samlir í dag trína ernir fram og fáa prógvini í hondina.
Siður er, at tríggir teir bestu í teimum ymsu flokkunum, fáa eina virðisløn. Sosialurin fekk eitt prát við tveir teir bestu skipsførararnar á Sjómansskúlanum í Havn eftir prógvahandanina í gjár.
Andrias Lava Olsen er 23 ára gamal og úr Havn. Í samfull trý ár hevur hann slitið skógvar sínar á Sjómansskúlanum, og hetta hevur heilt víst givið úrslit. Við einum prógvið, sum sigur 9,7 fekk hann eitt gullur í virðisløn frá A.P Møller.
? Hetta kennist heilt sikkurt ógvuliga væl, sigur nýklakti skipsførarin, Andrias Lava Olsen.
? Tað hevur verið ógvuliga strævið, eg havi lisið nógv og nú kennist tað sum ein lætti at vera liðugur. Hetta er ikki nakað, tú kemur sovandi til.
Andrias sigur, at hetta er nakað hann hevur ætlað leingi, og nú ætlar hann sær út at sigla. Men tað besta er, at sleppa undan at hugsa um skúla og skúlating.
Nummar tvey av skipsførarunum gjørdist Helgi Wacher, eisini úr Havn. Sum virðisløn fekk hann ein kikara frá Føroya Sparikassa. Helgi hevur sjálvandi eisini lisið nógv og fyri hann hevur tað eisini verið ógvuliga strævið.
? Hetta er heilt vist stríðið vert, og er hetta tað eg altíð havi ætlað mær. Júst tað sama sum abbin. Eg havi lisið ógvuliga nógv, og pensumið hjá okkum vigaði um 50 kg, segði Helgi Wacher eftir prógvahandanina í gjár.
Helgi sigur, at nú hevur hann fingið ein kjans við Vaktar-og Bjargingartænastuni og fer hann so eisini út at sigla í næstum.
Sosialurin ynskir heimaskiparunum, skiparunum og skipsførarunum hjartaliga tillukku við próvnum.