Mikukvøldið leiktu Real Madrid og Real Madrid fyrru hálvfinaluna í sponsku steypakappingini, Copa del Rey. FC Barcelona vann dystin 2-1, men eftir dystin hevur prátið mest gingið um portugisiska verjuleikaran, Pepe, sum fleiri ferðir hevur gjørt seg galdandi við ráðum og óhepnum spæli.
Umdømið hjá Pepe er eftir øllum at døma ikki blivið betri eftir dystin mikukvøldið, har sjónvarpsupptøkur vístu, at hann gjørdi sjónleik, traðkaði á fótin hjá Sergio Busquets og traðkaði á hondina hjá Messi. (myndin)
- Pepe, hvat ert tú fyri ein idiot? spurdi Wayne Rooney á Twitter stutt eftir dystin
- Aftur hesaferð vísti Pepe dømi um sinnissjúku. Dómarin sá tað ikki, men sjónvarpsupptøkurnar vístu eina skomm, skrivar spanska blaðið Marca.
Spanska fótbóltssambandið hevur boðað frá, at teir ikki gera nakað við málið. Pepe, sum hevur fingið fimm reyð kort fyri Real Madrid, fekk herfyri 10 dystir leikbann fyri at hava traðkað á og sparkað ein Getafe-leikara.