Siðvenja í Føroyum er, at konufólk fara undir sjúkrasystralestur. Men tað kemur fyri, at okkurt mannfólk eisini bjóðar seg fram.
Sera væl móttikin
30. juni vórðu 17 sjúkrasystrar lidnar, og teirra millum var Per Johannessen. Hann hevur tikið trý ár av útbúgvingini í Danmark, men valdi at taka síðsta árið í Føroyum. Hvussu riggar so, tá ein er einsamallur millum 16 konufólk.
Tað er eingin trupulleiki. Tær hava allar verið óføra fittar og hava tikið sera væl ímóti mær. Og tær vilja meira enn fegnar hava fleiri mannfólk at taka útbúgvingina, sigur Per.
Hann starvast á medisinsku deild á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hvørjar fyrimunir hevur hann so í einum konufólkayrki?
Tað er kanska tað, at eg lættari kann hjálpa um byrðan er tung, men annars er so at siga eingir fyrimunir.
Hvussu verður tú móttikin av sjúklingunum?
Tað er sum allar aðrar sjúkrasystrar verða móttiknar. Einaferð mátti eg fortelja einum sjúklingi,
Helt røðuna
Saman við sekstan øðrum sjúkrasystrum fekk Per Johannessen prógvið handað 30. juni. Hetta var á eini samkomu í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum.
Hildur við Høgadalsá, leiðari á skúlanum, handaði prógvini. Umframt felagssang og skemt frá triðja árs næmingum, helt Julia Hayfield, deildarsjúkrasystir, gestarøðu. Og sjálvandi var tað einsamalli hanin millum allar hønurnar, ið helt røðuna hjá teimum nýlærdu sjúkrasystrunum.;ar so ræðuliga flott . Men í mínari verð skal granskingin her í nógv størri mun vera vørumenning. Samstundis skulu vit hava fólk við evnum og kunnan til at taka ting uttanífrá, sigur Magnus Pauli.
- Men grundgranskingini kunnu vit heldur ikki sleppa, heldur Guðrið.
- Gransking er ein altjóða uppgáva. Skalt tú fáa fatur á tí, hini hava, mást tú sjálvur lata nakað, sigur Óluva, sum sjálv er við í einari norðurlendskari verkætlan:
-Tey høvdu ikki tímað at havt meg við, um eg ikki kundi lata eitt einasta úrslit og ongan granskingarførleika hevði. Tí mugu vit fylgja reglunum, sum eru galdandi innan altjóða vísund og millum annað útbúgva okkum sum granskarar á PhD-støði osfr.
Tey fýra nevna fleiri enn tíggju áhugaverd øki sum granskast kann í í Føroyum. Tey fevna um alt frá heilsufrøðiligari matvørutrygd, um hjáframleiðslu av fiskarestum til aling av nýggjum fiskasløgum og mangt, mangt annað. Og tað er helst eingin orsøk at óttast, at granskararnir gerast arbeiðsleysir í nærmastu framtíð. Sitandi landsstýri hevur sagt seg vilja satsa uppá hetta øki, sum granskingarmálaráðharrin Høgni Hoydal í útvarpinum nevndi »okkara mest afturútsiglda øki«.
Fimm milliónir eyka eru settar av á ársins fíggjarlóg til praktiskar fiskivinnuroyndir. Hetta kemur afturat átta milliónum, sum árliga verða settar av til fiskivinnuroyndir. Hesir pengar verða býttir í millum Fiskirannsóknarstovuna, Heilsufrøðiligu Starvsstovuna og Menningarstovuna.