Tá klokkan var farin av 14 í dag varð nýggja Perlan í Tórsgøtu innilokað. ? Hetta var tað, vit vónaðu. Málið var, at hon skuldi vera innilokað á ólavsøku, og tað er hon nú, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, um nýggju Perluna, sum skal kosta 2,1 milliónir krónur, tá hon er liðug.
Bogi Andreasen, varaborgarstjóri, greiðir frá, at ætlanin er at skipa soleiðis fyri, at Margarinfabrikkin, Reinsaríið og Perlan skulu virka saman fyri mentanini í miðbýnum.
- Her skal vera møguleiki fyri øllum. Vit skulu hava tónleik, café, framsýningar og so framvegis, sigur Bogi Andreasen.
Sambært borgarstjórunum er orsøkin til, at nýggja Perlan er gjørd, at tað tekur langa tíð og er kostnaðarmikið at gera Reinsaríið.
Kavararnir, sum fyrr hildu til, har Perlan stendur í dag, eru nú í Saltsøluni og fáa eina varandi loysn seinni.
Hóast alt er glas, so ber borgarstjórin ikki ótta fyri, at tað kemur at kosta so øgiligt at hita og køla hølini.