Pernille og liðfelagarnir hava lagt fyri við stórsigrum

Storhamar hevur fingið eina flúgvandi byrjan upp á kappingina

Mynd: Storhamar

Føroyski landsliðsliðformaðurin, Pernille Brandenborg spælir nú við norska stórliðnum, Storhamar.

 

Storhamar hevur fingið eina flúgvandi byrjan upp á norsku kappingina. Í fyrsta umfarinum vann Storhamar á útivølli stórsigur 30-12 (14-10). Tá skoraði Pernille eitt mál.

 

Í dag skoraði Pernille tvey mál, tá Storhamar á útivølli vann 35-23 á Molde. Storhamar var frammanfyri 18-11 í steðginum.

 

Komandi leygardag klokkan 15 skulu Pernille og liðfelagarnir royna seg í Champions League. Tá er dystur á útivølli á skránni móti rumenska liðnum, Bistrita. 

 

Mynd: Storhamar