Fýra føroyingalið vóru í leiki í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum í kvøld.
Føroyingauppgerð var í Keypmannahavn. Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í Keypmannahavn tóku móti Janu Mittún og hennara liðfeløgum í Viborg á heimavølli.
Keypmannahavn vann dystin 36-33. Í steðginum var Keypmannahavn á odda 14-12.
Pernille og Súna skutu eitt mál hvør.
Súna K. Hansen og liðfelagarnir í Ajax taptu stórt 20-35 fyri Nykøbing Falster á útivølli. Nykøbing Falster var á odda 16-11 í steðginum.
Súna skoraði tvey mál og vann liðnum trý brotskøst.
Liðið hjá Rakul Wardum, Ringkøbing tapti stórt á heimavølli 27-40 fyri oddaliðnum, Team Esbjerg. Í steðginum var Team Esbjerg á odda 20-11.
Komandi leygardag klokkan 13.30 verður føroyingauppgerð í Keypmannahavn, tá Ajax tekur móti Ringkøbing. Sama dag klokkan 14 tekur Skanderborg móti Viborg, og klokkan 15 spælir Keypmannahavn á útivølli móti Herning-Ikast.
Nr. | Lið | Dystir | |
---|---|---|---|
1 | Team Esbjerg | 15 | 30 stig |
2 | Ikast | 16 | 28 |
3 | Odense | 16 | 28 |
4 | NFH | 16 | 22 |
5 | Keypmannahavn | 16 | 16 |
6 | Viborg HK | 16 | 16 |
7 | Silkeborg-Voel | 16 | 16 |
8 | SønderjyskE | 16 | 15 |
9 | Skanderborg | 16 | 13 |
10 | Ringkøbing | 16 | 13 |
11 | Aarhus United | 16 | 10 |
12 | Bjerringbro | 15 | 8 |
13 | Horsens | 16 | 7 |
14 | Ajax | 16 | 0 |