Peter Kjær rósar Gunnari

Fyrrverandi danski landsliðsmálverjin, Peter Kjær, sum í dag millum annað er fótbóltsviðmerkjari hjá TV3 Sport, hevði fingið eina serliga uppgávu í samband við dystin millum AaB og Silkeborg í gjárkvøldið.

 

Kjær skuldi nevniliga halda eitt vakið eyga við føroyska landsliðsmálverjanum, sum vardi búrið hjá Silkeborg fyri fyrstu ferð. Og niðurstøðan hjá fótbóltsviðmerkjaranum var greið:

- Gunnar spældi væl. Hann kennir ikki deildina og kennir ikki sínar liðfelagar, men fær eina ógvuliga góða byrjan við eini góðari bjarging, og hann hevur fleiri góðar bjargingar gjøgnum dystin. Í samband við sjálvt málið er hann prísgivin, har tað er vánaligt verjuspæl úr enda í annan, og so situr stútarin ógvuliga væl. Hansara avrik var næstan lýtaleyst. Men vit sóu hann ongantíð veruliga pressaðan, tá hann hevði bóltin á fótunum og har veit eg ikki, hvussu stinnur hann er, segði Peter Kjær millum annað við TV3 Sport.

 

Tað er heimasíðan onside.dk, ið hevur lagt samrøðuna við Kjær um Gunnar Nielsen út. Har eru eisini fleiri fínar bjargingar at síggja í innslagnum, sum Gunnar kann vera vælnøgdur við. Kjær var eisini meiri enn nøgdur við tað, hann sá Gunnar levera.

- Hann stýrir væl og er róligur, tó uttan at vera passivur. Hann fer ikki í panikk og er eisini sterkur í feltinum, hóast hann ikki hevði møguleika at vísa hetta í dystinum. Samanumtikið eitt ógvuliga, ógvuliga gott avrik, segði fyrrverandi danski landsliðsmálverjin um avrikið hjá føroyska landsliðsmálverjanum.

 

Silkeborg tapti annars dystin við einum máli móti ongum, og Gunnar hevði ongan møguleika at verja fyri stútaranum hjá Helenius, sum legði AaB á odda, tá hann slapp at standa púra leysur í ógvuliga góðari støðu nøkunlunda mitt fyri málinum.

Hallur Hansson hjá AaB var sjúkur og tískil ikki við í hópinum, meðan Christian Lamhauge Holst hjá Silkeborg varð skiftur á vøllinum stutt fyri leiklok. Ari Mohr Jónsson slapp ikki upp í part hjá Silkeborg, og sat á beinkinum allan dystin.

 

Sí annars samrøðuna við Peter Kjær, har hann metir um avrikið hjá Gunnar Nielsen á hesari leinkjuni: onside.dk/superligaen/se-kjaers-analyse-af-sif-debutant