Peter Lundin í rættin

Hópdrápsmaðurin Peter Lundin hevur drigið politikaran Piu Kjærsgaard í rættin, og rættarmálið byrjar í dag. Klokkan 8.15 í dag byrjaði rættarmálið, har Peter Lundin hevur ákært Piu Kjærsgaard fyri ærumeiðing.

Tað ger hann, eftir nøkur óheppin orð frá politikarunum í Go?Morgen Danmark 19. Februar í fjør. Orðini hjá Piu Kjærgaard fullu drápsmanninum fyri brósti, og hann krevur nú 100.000 krónur í endurgjaldi.

Pia Kjærgaard verður ikki sjálv til staðar í rættinum.

-Eg skal verja hennara mál. Hon hevur onnur ting at gera í dag, sigur sakførari hennara Peter Trudsø.

Fyri stuttum var greitt, at sakførarin hjá Peter Lundin, Peter Hjørne, sum hevur staðið við hansara lið í mong ár, nú hevur sagt samstarvið upp.Tískil hevur hópdrápsmaðurin valt, at verja seg sjálvan.

Psykopat

Hetta er ikki fyrstu fer, at Lundin hevur kent seg órætt viðfarnan.

Í 2005 legði Lundin sak móti Dagbladet Information. Í tí førinum kravdi hann 25.000 krónurí endurgjaldi, tí blaðið nevndi hann sum psykopat. Men tað eydnaðist ikki honum at vinna hetta rættarmálið.

kelda: ekstrabladet.dk