Alt Ongland kókar nú enska landsliðið aftaná eina 28 ára langa oyðimarkargongd loksins hevur vunnið seg í eina HM-hálvfinalu aftur.
Hóast onglendingar uppfunnu spælið, og spældu heimsins fyrsta landsdyst ímóti Skotlandi longu í 1872, so er hetta bara triðja ferðin í HM-søguni, at enska landsliðið er at finna í einari HM-hálvfinalu.
Ein av høvuðsorsøkunum til, at Ongland hesaferð hevur vunnið seg langt í einum HM-endaspæli aftaná eina langa oyðimarkargongd er Jordan Pickford, ið verjir enska málið. Í fjórðingsfinaluni ímóti Svøríki ígjár hevði Jordan Pickford tríggjar framúrskarandi bjargingar, ið hildu Svøríki frá at skora. Eisini var hann sera eyðsýndur í áttandapartsfinaluni ímóti Kolumbia, tá hann bjargaði einum brotssparki í brotssparkskappingini sum Ongland vann.
Seinast Ongland var í einari HM-hálvfinalu afturi í 1990 vardi tann tá 40 ára gamli, Peter Shilton málið hjá Onglandi.
Tann nú 68 ára gamli Peter Shilton heldur, at Jordan Pickford er framúrskarandi: - Jordan Pickford gjørdi tríggjar framúrskarandi bjargingar og hjálpti Onglandi at vinna seg í eina søguliga hálvfinalu. Eg elski mátan hann brúkar tá hann rópar til sínar verjuspælarar fyri at skipa teir og motivera teir, skrivaði Peter Shilton á Twitter aftaná Ongland hevði vunnið 2-0 á Svøríki í fjórðingsfinaluni.
Áðrenn HM-endaspælið vóru tað annars fleiri sum ivaðust í um Jordan Pickford var tað fyrsta rætta valið til at verja málið hjá Onglandi, men tær røddirnar eru tagnaðar aftaná góðu avrikini hjá Jordan Pickford í HM-kappingini.