Fyrrverandi stjórin í Norðurlandahúsinum, Peter Turtschaninoff, er deyður í Barcelona, 52 ára gamal.
Peter, sum var úr Finnlandi, varð árini 1994-1999 fimti stjórin í Norðurlandahúsinum í Føroyum. Hann var útbúgvin journalistur og starvaðist á svensktmæltu støðini Vega hjá YLE í Finnlandi, har hann var redaktørur við ábyrgd fyri samfelagsspurningum.
Peter var í útbúgvingarørindum í sambandi við finska útvarpsstarvið, tá hann doyði í Spaniu, 18. november. Hann var føddur hin 29. juni 1951.
Hóast farin, liva minnini um Peter enn millum okkara. Tað var Peter, ið skapti afturvendandi tiltakið Prix Føroyar, hann bílegði fyrstu føroysku symfoniina, sum seinni fekk hægstu virðisløn á okkara leiðum og harafturat skapti hann karmarnar kring sangleikin Skeyk.
Myndatekstur: Peter Turtschaninoff - ein ljósbirtari í føroyskum tónleikalívi er slóknaður.