Petrea Olsen farin

Sunnudagin 6. mai andaðist Petrea Olsen av Toftum, 93 ára gomul. Hóast eg ongantíð hitti hana, stendur hon fyri mær sum ein heilt serlig persónligheit. Ì 2005 fekk eg eitt bræv frá henni, har hon greiddi frá nøkrum av tí, hon kundu siga frá um, at tað fanst meira millum himmal og jørð, enn vit skilja. Hetta var í samband við varsil, sum fólk heima fingu, tá ein av teirra gekk burtur.

 

Hetta bræv førdi til eitt samband í telefonina okkara millum, har hon kundi koma við enn fleiri frásøgnum um slíkar hendingar. Úrslitið gjørdist ein einastandandi grein, ein av teimum bestu í FF-blaðnum, um lagnusøguna hjá føroyingum hjá persóni, sum tá enn var á lívi.

 

Hendan greinin finst á heimasíðuni: www.fiskimannafelag.fo gamla heimasíðan, blað nr. 350.

 

Petrea var ættað úr Hósvík. Í 1934, tá Petrea var ung genta, gekk sluppin Neptun burtur við 20 monnum. Reiðari var Ebba Müller, omma blaðstjóran á Sosialinum. Av hesum vóru teir 10 úr Hósvík. Hetta var stórur smeitur fyri bygdina. Her var tað sama galdandi sum við øðrum líknandi vanlukkum, at nógvir av monnunum vóru í ætt. Petrea misti í hesum viðfangi tríggjar mammubeiggjar, mannin hjá eini fastur og tvey systkinabørn. Omma hennara, Elin, sat einkja tá. Hon hevði frammanundan mist ein son á sjónum í 1910, og nú misti hon tríggjar synir afturat umframt verson og tveir ommusynir.

 

Tað var í hesum sambandi, at Petrea greiddi frá ymiskum tilburðum um, at tey heima fingu ”boð” um hesa vanlukku. Ein av hesum var henda: Náttina til 2.mei vaknaði mamma mín við, at tað varð rópt "mamma" á hana. Hon svaraði: "Ja, góði, mamma er her!" Tað verður rópt aðru ferð og hon svarar tað sama. Men tá rópt verður triðju ferð fer hon upp. Hon sær at sonurin Bjarni (Blikk, búsitandi í Runavík) liggur og svevur, so tað er ikki hann sum hevur rópt. Tá veit hon, at tað má vera Edvard,(sum var við Neptun) sum hevur rópt. Og nevndi dagur samsvarar júst við illveðrið, tá hildið verður, at "Nólsoy" er farin.

 

Eisini greiddi Petrea frá, hvussu Ebba Müller royndi at hjálpa teimum eftirsitandi við at senda fisk úr Havn til Hósvíkar at turka, so tey kundu fáa nakað av lønandi arbeiði.

Petrea fekk enn fleiri royndir við at missa á sjónum. Í 1941 fórst Morning Star á veg til Bretlands við fiski. Ein av teimum, sum tá ikki komu aftur, var drongur hennara Ragnar. Um ta tíðina, hetta hendi, droymdi hon Ragnar koma til sín at siga sær farvæl. Og aftur í 1957 upplivir Petrea at missa ein av sínum. Beiggi hennara Kim gekk burtur við Stella Argus.

 

Í 1951 giftist Petrea við Hans Reinhard Olsen av Toftum, og tey fingu børnini Jens Jacob og Rannvá.

 

Tað er eingin ivi um, at Petrea var en serligur persónur. Umrødda bræv skrivaði hon sjálv við vakrari hondskrift, og hon skrivaði heilt rætt føroyskt.

 

Petrea luttók eisini í sendingini ”Á Torginum” í Rás 2 tann 1.november 2005 í samband við minningarhaldið fyri teir, sum fórust á sjónum undir 2. heimsbardaga. Her dugdi hon eisini sera væl at greiða frá, og verturin Svenning av Lofti varð eisini hugtikin av hesi kvinnu.

 

Ætlanin var at fara at tosa meira við Petreu, og nú gjørdist tað ov seint!

Sigast kann, at Petrea var eitt virðiligt umboð fyri okkara sjómannakvinnur. Hon er eisini partur av lagnusøguna hjá føroyingum, sum er verd at varðveita, og her hevur hon givið sítt íkast.

 

Fari at minnast Petreu við virðing og takklæti.

 

ó.