Hann er havnarmaður, sonur Viggo og Katrinu Christiansen, og hann er giftur við Onnu Poulsen av Strondum.
Petur C, sum hann hevur verið kallaður, er útbúgvin maskinmeistari, hevur handverkaraprógv og elektroinstallatørprógv fyri maskinistar. Í nøkur ár í 50-unum var hann lærari á Sjómansskúlanum, og hann var fyribils settur stjóri og lærari á Føroya Maskinskúla frá 1965-70.
Mest kendur er Petur C frá politiska lívinum. Hann varð valdur í Tórshavnar Býráð fyri Fólkaflokkin í 1960 og var býráðslimur í 20 ár. Í 8 ár, frá 1972-80, var hann býráðsformaður. Tað var í hansara formanstíð, at samgongur vóru skipaðar millum teir politisku flokkarnar í býráðnum og farið varð rættiliga undir at skipa býin við býarætlan og byggisamtykt.
Petur C hevur eisini verið í landspolitikki. Hann varð valdur á ting fyri Fólkaflokkin í Suðurstreymoy í 1966 og var tingmaður í eitt valskeið.
Tey nógvu seinastu árini hevur Petur Christiansen livað illa. Hann hevur verið á Lágargarði í mong ár.