Petur: Einastandandi at vera aftur á palli

Petur Pólson, sum fekk heilabløðing, fegnast stórliga um, at hann stóð aftur á palli um vikuskiftið

Fyri umleið hálvum ári síðani fekk tónleikarin Petur Pólson eina heilabløðing, og hann var í skundi sendur til Danmarkar til viðgerðar. Hetta var ein ordans hvøkkur hjá honum og øllum, sum kenna hann.

Tá ið bólkurin AVE, sum Petur er annar profilurin í, vann fleiri heiðurslønir á FMA tiltakinum í mars, var Petur staddur í Danmark til viðgerðar.

Petur Pólson er komin væl fyri seg eftir tilburðin, og eygarkvøldið gjørdi hann comeback á palli. Bólkurin AVE hevði eina frálíka framførslu á G! festivalinum, og Petur Pólson var í góðum formi.

- Tað kendist heilt einastandandi deiligt at vera aftur. At standa har saman við fólki, ein er góður við, og at gera tað, einum dámar, framman fyri fólki, einum dámar, á einum staði, ein elskar, er nakað serstakt, sigur Petur Pólson.

- Áðrenn konsertina hugsaði eg kanska eitt sindur um, at eg hevði verið sjúkrameldaður og einki gjørt í meira enn eitt hálvt ár, men tað svann, tá alt byrjaði og kendist so væl, sigur hann.

AVE fekk eftir framførsluna sonevnda Væl-á-veg heiðurslønina, sum umfatar luttøku á tiltakinum Iceland Airwaves í Reykjavík og ferðastuðul frá Atlantsflogi.