Petur Elias einasta valevni

Freistin til at stilla upp til forsetasessin í ÌSF var úti á midnátt.

 

Bert eitt valevni hevur boðað frá sínum kandidaturi, og er tað sandavágsmaðurin, Petur Elias Petersen, sum hevur verið virkin innan ítróttarnevndararbeiði í nærum ein heilan mansaldur.

 

Petur Elias hevur verið partur av starvsnevndini hjá ÌSF í mong ár, og hevur við árunum bygt upp eitt stórt og breitt kontaktnet, bæði í Føroyum og uttanlands.

 

Petur Elias hevur virkað sum ÌSF forseti, síðani Sølvi Reinert Hansen legði frá sær fyri tveimum mánaðum síðani.

 

Petur Elias er 44 ára gamal.