Kappingin í næstbestu donsku fótbóltsdeildini byrjaði í dag.
Nýggja liðið hjá Peturi Knudsen, Lyngby spældi á útivølli móti Nykøbing í dag.
1.050 áskoðarar sóu Lyngby vinna 2-1, og teir sóu eisini Petur Knudsen fáa sínar fyrstu 20 minuttir í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
Rasmus Thellufsen gjørdist stóra hetjan hjá Lyngby tá hann fimm minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat skoraði sigursmálið til 2-1.
Nykøbing FC - Lyngby 1-2 (0-1)
26' 0-1 Frederik Gytkjær
46' 1-1 Mikkel Juhl Andersen
90' 1-2 Rasmus Thellufsen
Komandi fríggjakvøld ferðast teir í Lyngby til Jútlands har teir skulu spæla móti FC Jammerbugt í øðrum umfari í kappingini.