Petur Guttesen 80 ár

Grækarismessudag, sunnudagin 12. mars, verður Petur Guttesen í Havn 80 ár

 Petur arbeiddi í mong ár sum málari og í málingahandli, og hann er partur av býarmyndini í høvuðsstaðnum.
                      Petur er havnarmaður. Foreldrini vóru Jóhanna og Jens Christian Guttesen. Hon var úr Skálavík, og hann var havnarmaður. Tey bæði fingu trettan børn. Av teimum komu ellivu undan, og við nútíðar eygum tykist tað heilt ófatuligt, at tað bar teimum til at búleikast í lítlu húsunum við Tinghúsvegin, har tað eisini ofta vóru gestir.
                      Tey ellivu systkini vóru: Jens, Maja, Óli Jógvan, Gunhild, Kirstin, Petur, Leivur, Brynhild, Erling, Ingrid og Gunnar. Jens, Óli Jógvan, Gunhild og Leivur eru farin. Maja býr á Toftum, Erling býr í Keypmannahavn, og øll hini búgva í Havnini.
                      Jens Christian var málari, og hann var tiltikin musikalskur. Eitt nú spældi hann horn og undirvísti í spæli. Børnini arvaðu musikalsku evnini, og fleiri av synunum gjørdust málarar. Petur lærdi hjá pápanum, og seinni vóru tað fleiri, sum stóðu í læru hjá Peturi.
                      Eitt skifti arbeiddi Petur í Eysturoy. Tá helt hann til hjá elstu systrini á Toftum. Í Havnini arbeiddi hann okkurt skifti saman við Óla Jógvani.
                      Fleiri komast við Petur frá tíðini, tá ið hann arbeiddi í Málingahandlinum. Hann var sera fyrikomandi, og kundunum líkaði tað væl, at maðurin, sum teir keyptu frá, visti so væl at svara spurningum, sum høvdu at gera við máling, lakk, penslar, tapet, lím og alt tað, sum hoyrir til tað fakið.
                      Petur hevur altíð havt eitt lætt og ungt sinni. Hann hevur verið familjukærur og trúgvur, og hann hevur verið sera hjálpsamur.
                      Petur var giftur við Herborg, fødd Andreassen og ættað úr Ullvøruhúsinum í Havnini. Í 1956 fingu tey ein son, sum eitur Heri. Hann býr í Havnini, og hann er giftur Elisabeth fødd Øregaard og ættað úr Fuglafirði. Tey eiga tríggjar døtrar. Herborg doyði í 1965.
                      Í 1974 giftist Petur uppaftur við Elini Carlsson (Elin hjá Kissa), sum sat einkja við fýra smábørnum Jens Kristian, Birgir, Høgni og Elisabeth. Petur hevur verið góður við tey og teirra, og tey og teirra hava verið góð við hann.
                      Elin og Petur eiga tvey børn. Jan føddur í 1975 býr í Keypmannahavn. Kona hansara er Bára fødd Thomsen og ættað úr Fuglafirði. Tey eiga tvey børn ein son og eina dóttur. Fía er fødd í 1976, og hon býr í Havnini.
                      Petur var í mong ár ljósur og reinur tenorur í sangkórinum í Ebenezer. Hann hevur spælt trompet, mandolin og onnur ljóðføri, og so hevur hann altíð verið sera íðin B36 viðhaldsmaður.
                      80 ára føðingardagin verður Petur Guttesen burturstaddur. <B STRONG normal"$?$end$!$J<>