Tað hevur drigið út hjá Peturi Knudsen at skriva undir sáttmála fyri kappingarárið 2020, men nú hevur hann tikið avgerð um at halda fram í NSÍ. Tað boðar felagið frá í kvøld.
Petur Knudsen hevur síðstu tíðina royndarvant við HB og íslendska Vali, men hann verður altso verandi í barndómsfelagnum.
- Petur er og verður NSÍ-ari og kunnu vit øll nú fegnast um tað, skrivar NSÍ á heimasíðuni.
21 ára gamli Petur Knudsen hevur spælt 103 dystir í Betrideildini og skotið 28 mál. Í kappingini um Løgmanssteypið er tað blivið til sjey dystir og eitt mál.