Petur hevur dømt 570 dystir

Dómarin í kvøld hevur einaferð áður verið 23. maður í finaluni

Tað er 39 ára gamli Petur Reinert, sum verður 23. maður á vøllinum, tá ið B36 og NSÍ klokkan 19.45 fara at spæla finalu um løgmanssteypið.

Hann er ein tann royndasti dómarin av øllum í Føroyum. Sambært faroesoccer.com hevur Petur Reinert verið dómari 570 ferðir heima á landi.

Síðani 2005 hevur hann verið fastur dómari í fremstu deildini, og síðani 2007 hevur hann verið altjóða dómari.

Petur Reinert hevur einaferð áður verið dómari í finaluni. Tað var tá ið EB/Streymur fjúrtanda juni 2008 vann 3-2 á B36 á ovara vølli í Gundadali.

At Petur Reinert ikki hevur dømt nakra finalu síðani tá man fyrst og fremst komast av, at Víkingur í flestu av árunum hevur verið annað av liðunum í finaluni.