Petur hevur fingið nýtt spælipláss

Heimasíðan hjá Peturi Pólson hevur fingið nýtt andlit, hon er nú vorðin enn ein áhugaverdur miðil har fjøllbroytti listarmaðurin sleppur at spæla sær. Tað er ein av vinnarunum av AME virðislønini fyri besta fløguhúsa Uni Árting, sum hevur gjørt síðuna.

Innihaldið eigur Petur sjálvur, nógv av tilfarinum snýr seg um komandi fløguna hjá Peturi Koma
Á síðuni ber til undir hugarensl at lesa um Petur sum liggur og frætar í baðikarinum. Í tí meira upplýsandi partinum ber til at lesa um Petur hinar, ið spæla á fløguni, eisini  kann man lesa um løgini, og allir tekstir eru somuleiðis á heimasíðuni. Av øðrum kann nevnast myndasøvn og tíðindi. Samanumtikið eitt stuttligt spælipláss há einum fjøllbroyttum listarmanni.
 
Sí annars www.peturpolson.com