Petur Knudsen var vegna skaða ikki við í hópinum hjá Lyngby, ið spældi javnleik 0-0 móti AC Horsens á útivølli í seinasta dystinum í niðurflytingarbólkinum í donsku superliguni í dag.
Samstundis tapti triði kappingarneytin í niðurflytingarstríðnum, AaB 0-1 fyri Silkeborg á heimavølli.
Tað merkir, at Lyngby endar triðaftast og bjargar sessinum í superliguni. Lyngby og AC Horsens hava 28 stig hvør, men Lyngby hevur betri málmun. AaB endar aftast við 27 stigum.
Sostatt fær Petur Knudsen aftur høvið at royna seg í superliguni komandi kappingarár.
Høvuðsvenjari hjá AC Horsens er Jens Berthel Askou, ið var høvuðsvenjari hjá HB í 2020.