Petur Knudsen á veg av landinum

Nógv bendir á, at Petur Knudsen er á veg til finskan fótbólt

Tað hevur í eina tíð ljóðað, at tað er áhugi fyri Peturi Knudsen í finskum fótbólti. Nú skrivar bolt.fo, at tað skiftið er nær við og at samráðingarnar eru komnar upp á pláss við HJK Helsinki.

Petur Knudsen var undan kappingarbyrjan í fjør og hugdi at umstøðunum í Vali í Íslandi, og tað hevur javnan ljóðað at tað er áhugi fyri fótfima bóltsnillinginum úr Runavík. Helst hevur skiftið samanhang við áhugan fyri René Shaki Joensen í HB. Hann er helst ætlaður at avloysa Petur Knudsen, um hann fer.

HJK Helsinki hevur fyrr verið í føroyum og spælt í samband við Evropa-fótbólt. Seinast í 2019, tá teir vunnu samanlagt á HB.