Barnaárini
Petur er føddur 17. august 1931 í Búrstovu á Eiði. Mamma Petur var Margretha Larsen, sum var ættað frá Gjógv, dóttir Siggu og Hans J. Johannesen( Hans J. í Gortro). Pápin var Jacob Larsen, Jacob í Búrstovu , sonur Elsu Larsen, ættað av Eiði, og Petur Andreas Larsen, ættaður úr Kunoy. Her vóru trý hús, sum stóðu á hesi grund. Tey vóru smá og størst av hesum húsum vóru tey, sum Petur var føddur í. Her búði familjan í nøkur ár og flutti so niðan á Bøin at búgva, men tá ið Óli, bróðir Jacob, hevði fingið sær eitt gerði á Oyrarbakka, skaffaði hann Jacob eisini eitt á hesum stað. Jacob bygdi sær hús við síðuna av teimum hjá Óla , og fluttu tey so til Oyrabakka at búgva. Hetta hevur verið í 1934-35. Húsini vóru 9 x 11 alin, sum var vanlig stødd tá. Miðhæddin var innrættað, men Tummas Fagranes, beiggi Margrethu, helt fyri, at trappa upp á loftið mátti gerast. “ Kom trappa ikki upp á loftið, so var seinur dagur at farið varð upp í hesar hæddir.” Hann snikkaði so hesar trappur til, og væl varð smíðað.
Harry Fonsdal
Í tríatiárunum var fátæksligt mangastaðni í Føroyum, og á Oyrarbakka var somuleiðis lítið mætari, men vit høvdu tað gott her, sigur Petur. Mamma var ófør til hendurnar. Hon seymaði fyri fólk, og pápi sigldi. Hann var so heppin, at hann kom í samband við Harry Fonsdal, sum vit í dag høvdu kallað fyri Landsverkfrøðing, og bleiv so arbeiðsformaður hjá honum, t. d. tá ið lendingin í Funningi varð gjørd, vegur og lending til Rituvíkar og bátahylurin á Toftum. Um lendingina í Rituvík er at siga , at tá ið formarnir vóru komnir upp at standa, og stoypast skuldi, kom illveður. Brimið tók alt tað, sum var sett upp. Eingin peningur var til at endurreisa hesa uppseting. Ímeðan hetta arbeiðið stóð uppá, flutti familjan til Saltangará at búgva, har tey búðu til leigu. Petur var um skúlaaldur um hetta mundi, og kom hann at ganga í skúla hjá Bjarnadal í fyrsta flokki á Glyvrum.
Aftur til Oyrar
Familjan flutti norður aftur til Oyrar at búgva. Tey høvdu selt húsini á Oyri, men onkursvegna so endaðu tey aftur á Oyri og leigaðu sær eini hús her í bygdini. Petur hevur altíð verið stak arbeiðssamur og hevur ikki ligið sjóvarfallið av sær, tá ið nøkur oyrur skuldu forvinnast. Hetta hevur verið honum og øðrum til gangs. Her kom Petur í samband við Pól á Oyri, sum var góður við Petur, og sum 12 ára gamal var hann við til at taka sær av at kóka lýsi hjá Póli. Lýshúsið stóð beint sunnan fyri handilin. Eisini var Petur við til at frysta sild, sum var løgd á pannur og sett í frystikassar. Har var stórt íshús á Oyri. Kassarnir vóru tvískinnaðir, har kavi og salt varð blandað saman á lokinum og latið niður ímillum . Hetta var nóg mikið til, at sildin frysti. At frysta sild á hendan hátt var væl kent kring landið . Bátar komu til Oyrar aðrastaðni frá eftir sild. T.d. minnist Petur, at Jógvan hjá Biritu – Jógvan Leiti, og Kristian í Køk úr Fuglafirði komu við einum motorbáti hjá Gamla Sámal Peturi at keypa sild. Pól á Oyri legði eitt gott orð inn fyri Kristian um Petur, so Kristian visti, hvør hann var, tá ið familjan flutti til Fuglafjarðar at búgva. Kristian var arbeiðsformaður hjá Pidda. Hetta kom Peturi væl við. Sildagørnini vórðu sett fyri tað mesta frá Oyri og suðureftir – suður um t. d. Veðranes. Tað var nógv sild, sum stóð á firðunum kring landið, og Sundalagið var einki undantak. Tá ið Petur kom til Fuglafjarðar, sá hann, at umframt at fuglfirðingar settu sildagørn, heklaðu teir eftir sild. Hetta varð hann hugtikin av , tí heklan var betri fiskireiðskapur enn loddið, sum teir veiddu við Í Sundalagnum. Á hekluni var tann niðasti parturin úr stáltráði, har fleiri húkar sótu. Restin var av teymasnøri. Annars sigur Petur, at teir lógu við skrubbuloddi úti í Sundinum, og norði við Streymin lógu teir fyri berggyltum, og kundu tær vera stórar, sum teir fingu. Toskur kom ikki á jarnið, men hvítingur. “Alt var søtt hjá tí svanga!” plagdi Hans Pauli at taka til, sigur Petur.
Flyta til Fuglafjarðar
Petur kom inn í “systemið” á ymsan hátt í Fuglafirði. Hann var boðdrongur hjá Pidda, men kom norður á Stórhús at vera. Ikki var lønin stór, men hetta var betri at fáa enn einki . Familjan flutti til Fuglafjarðar í august í 1944, og viðførið varð ført við áttamannafarinum Mortaranum hjá pápabeiggjunum. Tann gamli Mortarin, tristurin, hjá abbanum, stendur á Frílandsmuseinum . Hann varð bygdur 1904. Tey gistu nakrar dagar hjá Gjáar Sofusi og Carolinu. Gjáar Sofus var beiggi Margrethu. Tey høvdu keypt húsini hjá Feilbergi og Hildu, men gekk ein tíð, áðrenn tey sluppu undir bitarnar í Toftatúni. Jacob í Búrsstovu var við Verdandi. Óli, beiggi hansara, var skipari, og við vóru tveir synir hansara , Olaf Martin og Petur Andr. Verdandi fór til Íslands at keypa fisk og fór av Siglufirði í oktobur mánaði 1944 og spurdist ongantíð aftur. Jacob svav bara eina nátt í Fuglafirði. Fimtan mans fórust við Verdandi, sum hoyrdi heima á Toftum.
Fingrarnir hava altíð sitið væl á Peturi, og frá hesi tíðini er at siga, at tá ið fiskur varð pakkaður varð hann sjálvandi merktur. Petur helt, at stemplið var ikki nóg gott. Hann fór undir at gera eitt nýtt stempul heima við hús, og hevði stemplið bátaform. Hann fekk rágummi frá Obert Eliasen, sum arbeiddi í forrætningini hjá Pidda, og skar bókstavirnar burtur úr hesum – Santos, Brasil. Hetta riggaði stak væl, og glaður var Eiðis Johannes, tá ið hann fekk stemplið “ royndarkoyrt”. Piddi kom inn á Stórhús og sá hesa uppfinning. Hann helt hetta var so sera gløgt gjørt og fór eftir Hilmari. Hilmar varð eisini ovfarin og ikki sørt bilsin av hesum snilda tóli. “Also, vit mugu fáa dreingin í smiðjuna í læru beinanvegin!” helt Piddi fyri. Hetta var í septembur í 1948, so Petur hevur verið 17 ára gamal. Ja, hann skuldi byrja í smiðjuni dagin eftir, og hetta var ein fríggjadag. Hetta vildi hann illa til at fara undir nakað nýtt fríggjadag; men her var einki at gera, hann fór í smiðjulæru, og her vóru teir fyrstu lunnarnir lagdir undir hansara virksemi sum jarnsmiður, og var hendan tilgongd tað rætta fyri hann. Petur hevði verið hálvt ár í læru hjá Alexi saman við Høgna Jøkladal og Nikláa Jacobsen, áðrenn hann kom í smiðjuna.
Krosssteinur og Sirra
Meðan Petur var í læru, var hann tveir túrar sum kyndari við Krosssteini. Fyrra túrin fingu teir onga løn. Hetta var ein bummtúrur, men tann seinni eydnaðist væl og gav so mikið sum tveir túrar. Beint eftir at hann var liðugur at læra eftir 4 árum, var hann við hvalabátinum Sirru. Niels Holm Jacobsen var skipari,
og Bjarni og Høgni Jøkladal úr Fuglafirði vóru í maskinuni. Sirra sigldi einar 16 míl , men var ein blikkkassi og pláturnar góvu seg, tá ið hvalur varð sleipaður. Hvalabátarnir lógu fyri teym inni á Skálafjørðinum um veturin og vórðu riggaðir til í mai mánaði. Petur var eitt ár við Sirru, og minnist hann væl hesar dagar, har hann t. d. var við til at løða kanónina. Roynt varð eftir hvali til miðjan septembur. Petur var eisini við Ólavi Halga í ísfiski undir Íslandi, við Bjarnoynna og í Grønlandi. Ólavur Halgi var ein tann fyrsti føroyski trolarin (1960), sum á vetrardegi var á ísfiskaveiðu í Grønlandi. Meðan hann er við Ólavi Halga, verður hann ringdur upp av Alfred Olsen – Tarsan, sum var arbeiðsformaður í Føroyingahavnini, um at koma yvir til Nordafar at arbeiða. Hann fekk ikki farið i fyrru atløgu, ið ringt varð, men aðru ferð, ið boð var eftir Peturi, varð farið av stað. Hetta var á fyrsta sinni, at Petur royndi hesa virkisleið. Fór við aftur Ólavi Halga eina tíð, men avgjørdi at fara at arbeiða í Føroyingahavnini hjá Nordafar. Hann fór yvir við Caribiu. Hetta var á vári 1962.
Føroyingahavnin - Nordafar
Petur kom at arbeiðja í smiðjuni. Kjartan Johansen var tekniskur leiðari. Hann var tekniskur leiðari hjá Poul Hansen og var læntur yvir í Føroyingahavnina, og Páll Joensen úr Leirvík var smiðjumeistari. Vit kendust væl og konfirmeraðust saman. Petur hevði bestan hugin at sleppa inn á flakavirkið og var bara eitt ár í smiðjuni. Greiðirnar í smiðjuni vóru vánaligar, men hóast tað, so komu vit undan. Jørgin Thomsen av Skála hevði verið maskinmeistari á flakavirkinum. Petur hevði verið har úti onkuntíð fyrru ferð, hann var har yviri. Niels Mortensen, statiónsleiðari , faðir Hans Mortensen í SMS, hoyrdi um Petur, og setti hann sum leiðandi mannin á flakavirkinum. Teir, sum vóru á flakavirkinum, fóru yvir fyrr á árinum. Hann og Dánjal Jacobsen av Skála tóku sær av flakamaskinunum. Petur sá beinanvegin, at skuldi virkið ganga betur, so skuldi tað umbyggjast. Árið eftir kom annað lag á. Tvær nýggjar maskinur komu inn á virkið – tvær Baader maskinur, fleiri eykalutir og nýggjar greiðir. Teir settu maskinurnar til og fleiri nýggj transportbond. Nú bar betur til, og gekk framleiðslan væl – sum ein dreymur. Nú blivu einkarbørn Peturs – baadermaskinurnar- tiknar undir hansara veingjabreiði. Hetta var byrjanini til komandi virksemi at umboða Baader her á landi. Petur og hesar maskinur blivu sum stúkan og rekkjuváðin, og hevur hetta legnast væl at fara um hesar maskinur bæði dag og nátt. Sælur er tann, sum tað góða orðið fellur á... eg veit ikki, um vit kunnu siga hetta um eitt framleiðslutól, men maskinurnar hava eitt gott umdømi, og tann, sum hevur stýrt hesari gongd, hevur gott orð á sær sum dugnaligur handverkari.
Tá ið komið varð út í hálvan oktobur, fór at frysta, og teir mistu vatnið. Manskapið fór heim, men teir, sum høvdu við maskinurnar at gera, vóru eftir - riggaðu av og snikkaðu maskinurnar til næsta ár, so tær vóru í “burðardyggum” standi, tá ið tær fóru undir aftur framleiðsluna næsta ár. Meðan ruddað varð og riggað av, vóru eini 10-12 fólk eftir, og einir tveir mans vóru allan veturin og høvdu umsjón við ognunum . Petur kom okkurt árið aftur tollaksmessudag, og onkran túrin kom hann yvir til Godthaab nýggjársaftan. Vanliga fóru teir fyrstu á Nordafar yvir í hálvum februar og restin um miðjan mai .
Petur var eitt ár á elverkinum í Føroyingahavnini, sum hevði tveir stórar Bergendieslar og 10 aðrar motorar. Siðsta árið, eg var har yviri, kom ein nýggjur 550 hesta motorur afturat. Hesir motorar skuldu røkjast væl, og varð hetta eisini gjørt. Vit høvdu ábyrgdina av “íshúsinum”. Hetta var annað bedatt í mun til tað hjá Pól á Oyri. Her vóru tvey frystarí, 6 frystiskáp og 5 tunnlar. Nordafar tók eisini ímóti laksi frá 7 bornholmarum, sum royndu eftir laksi í Grønlandi, og frysti eisini eini 500-600 reinsdjór, sum komu úr Godthaab.
Godthaab og Victus
Petur var eisini í Godthaab, tá ið GFI – Godthaabs Fiskeindustri, legði lunnar undir nýtt flakavirki, har maskinurnar vóru frá Baader. Her hevði Petur eina sjaldsama uppliving, har hann tók sær av einum inuita úr Qaanaaq, sum er millum norðastu búpláss í Grønlandi . Í dag búgva uml. 600 fólk í hesi bygd. Bert Siorapaluk er norðari. Hesin var heldur døkkur í holdinum. Hann hevði bara gingið teimum á verkstaðnum til handa og hevði einki lært. Petur tók hann til sín og gav honum tað leiðbeining og upplæring, sum skuldi til fyri at klára seg. T. d. fór hann um kvøldarnar oman á virkið at læra hann at fíla. Hann æt Victus, og fekk hann eina góða útbúgving - Peturi fyri at takka. Hann hevði stak góðar hendur. Myrka holdið bar boð um, at hann var skyldur við onkran polarfarara, sum kanska hevði verið við á polarferðum um hesar leiðir, har forfedrar hansara hava búleikað. Mathew Henson( 1856-1920), var nekari og var við á polarferðum hjá Robert Edwin Peary í Arktis og Grønlandi. Hann var eisini við Peary, tá ið hesin rakk Norðpólin. Henson er óivað blivin góður við inuittkvinnu, sum søgur eisini ganga frá, og var Victus í triðja liði úr hesi ættargrein. Bæði Peary og Henson áttu synir við inuittkvinnum.
Tað einu ferðina, Victus hevði verið heima og vitjað, hevði hann ein hálvan roysningaskølt við sær til Petur, og var hann klovin soleiðis , at yvirkjafturin var í einum við tøkutonnunum . Hetta var ein gáva frá honum og foreldrunum sum tøkk fyri tann stuðul, sum Victus hevði fingið frá Peturi.
Baader
Petur var 10 ár í Grønlandi, meginpartin av sekstiárunum. Komin heim fór hann at arbeiða upp á Baader flakamaskinurnar her á landi. Hetta virksemið var hann farin undir, meðan hann var heima um veturin. Hann plagdi at vera hjá Dáva í Gerðinum, eitt sindur á Kósini og á flakavirkinum í Seyrvági hjá Dánjal Niclasen, bæði tá ið hann kom aftur, og tá ið hann fór yvir aftur. Tað gekst misjavnt á við flakamaskinunum, og Birgir Danielsen vildi fáa skil á hesum. Fiskasølan vildi hava Petur at fara út á flakavirkini, taka sær av maskinunum og umvæla tær, tá ið illa vildi til. Sum hugsað so gjørt. Fiskasølan setti hann at taka sær av hesi søk. Fiskasølan var líkasum hansara arbeiðsgevari, og stóð hetta samtak eisini fyri tí peningaliga, t. d. tá ið um at innheinta pening galt fyri gjørt arbeiði.
Fleiri ferðir hevur Petur verið á gátt í Baaderverksmiðjuni í Lübeck, meðan hann hevur tikið sær av Baader í Føroyum. Verksmiðjan Baader varð grundað í 1919 av Rudolph M.J. Baader, sum menti hetta virksemi sum eina alheims verksmiðju. Ein heilan mánað var Petur á verksmiðjuni, áðrenn hann bleiv teirra maður í Føroyum. Hann kom enn tá inn í kjarnuna á verksmiðjuna, royndarverkstaðið, har slapp eingin inn við tað góða. Petur var væl við leiðaran av hesi deild, Herbert. Atli, sonurin, var eitt heilt ár har niðri, og bleiv hann eisini væl við Herbert, og hevur hann vitjað hendan vinin í summar.
Tá ið virksemið byrjaði, var verkstaðurin í kjallaranum, og skjótt var hann útbygdur niðaneftir, men tað gekk ikki long tíð, so keypti Petur húsini hjá Sigurd Simonsen, yngra , í Toftabønum. Hóast Petur var farin at arbeiða í Føroyum, so vitjaði hann aftur til Grønlands at bøta upp á Baadermaskinurnar har yviri.
2001 varð bygningur reistur á kaiini. Nú vóru umstøðurnar so góðar sum aldri áður. Nú kunnu maskinurnar, sum skulu hava eina ordans yvirháling, koyrast inn á virkið
Í hesi gongd hevur Anna, kona Petur, skyldkonan, dóttir Lutheriu og Jákup Frants Róin( mamma og J. Frants vóru trímenningar) verið honum ein góður stuðul. “Ja”, sigur Petur. “ Tað er hon, sum skuldi verið stjóri!”
Sum greitt frá, fórst pápin, Jacob Larsen, við Verdandi. Margretha bar barn undir belti, tá ið hesin sorgarleikur fór fram. Jacoba varð fødd 31. okt. 1944. Jacob í Búrstovu var einasti úr Fuglafirði, ið fórt undir krígnum. Hon varð kallað “Einkjan”. Børnini bera so hetta heitið. Níggju vóru børnini, og øll komu væl undan og fingu hollar útbúgvingar.
Hjartaliga til lukku við teimum áttati árunum. Frits