Petur Lundin: Eg vil ikki kallast hópdrápsmaður

Tað var ikki bert ein tóm hóttan, tá Peter Lundin umvegis sakføraran Peter Hjørne kravdi 100.000 krónur frá Pia Kjærsgaard, tí hon kallaði hann fyri hópdrápsmann Í sendingini hjá TV2 Go? Morgen Danmark nevndi Pia Kjærsgaard Peter Lundin fyri ein hópdrápsmann.

 

Sambært tv2.dk hevur sakførarin hjá Peter Lundin, Peter Hjørne, nú sent kæruna til býarrættin í Lyngby, har hann krevur Pia Kjærsgaard dømda eftir grein 267 í straffilógini. Umframt krevur hann 100.000 krónur í endurgjaldi til lívstíð dømda kunda sín.

 

- Vit at leggja sak ímóti Pia Kjærsgaard vil eg prógva, at tað ikki er rætt at nýta orðið ?hópdrápsmaður? um meg ella tað, ið eg eri dømdur fyri, skrivar Lundin í einari viðmerking til TV 2 sendingina Station 2

 

Tað er sambært tv2.dk tann royndi sakførarin Merete Stagetom, ið skal verja Pia Kjærsgaard í rættinum.