Petur Martin hugleiddi um abban, Gamla Sámal Petur

Mikudagin í Torravikuni var Petur Martin Petersen var í Smæruni og hugleiddi um abba sín, Gamla Sámal Petur í Fuglafirði, sum gjørdist stórur vinnilívsmaður og hvørs fyritøka í øðrum ættarliði hevði sítt peningakervi – Hetta sum partur av Torraskránni.

Mikudagin í Torravikuni var Petur Martin Petersen var í Smæruni og hugleiddi um abba sín, Gamla Sámal Petur í Fuglafirði, sum gjørdist stórur vinnilívsmaður og hvørs fyritøka í øðrum ættarliði hevði sítt peningakervi – Hetta sum partur av Torraskránni.

 

Petur Martin byrjaði frá 1856, tá ið einahandilin varð avtikin, at hetta hevði týdning fyri tað handils- og vinnulívið, sum síðani tók seg upp í Føroyum og annars menti Føroyar í breiðari merking.

 

3. juni 1861 var Sámal Petur Petersen føddur - Bóndahjúnini, Sámal Petur (Samuelsen) á Miðgerði í Kollafirði og Marin Elisabeth, ættað frá Gjónni, fingu tann næsta sonin 3. juni 1861 og vaks upp í einum samfelag í menning, tó at tað gekk við smáum fetum tá.

 

Petur Martin tók í heimssøguna um hetta mundið og hvørjum avbjóðing heimurin kring Føroyar var í – mundi tað fara at bera til at hava egið far at føra og fáa vinnu burturúr?

 

Sámal Petur Petersen biður – 11 ára gamal – presin í Kvívík læra seg at lesa, skriva og rokna, so hann hevur verið eldhugaður og framfúsin longu tá – Jú, tað vildi presturin, móti at Sámal Petur laðaði grótgarðar fyri hann afturfyri.

 

Sámal Petur var til skips saman við m.a. hetlendinum, sum gav honum hentan lærdóm. Hann var eisini til lands í Íslandi í 1885. Í 1887 flytir hann til Fuglafjarðar, har hann seinn byrjaði haldilsvirksemi.

 

Sámal Petur var bróður navnframa Martinius, sum nógvar søgur ganga frá.

 

Sámal Petur gjørdist einkjumaður í 1896 við fimm børnum. 1904 giftist hann upp aftur við Juliu av Eiði, og fingu tey 12 børn - 7 synir og 5 døtur.

 

Hann hevði nógva jørð og legði inn og handfór jørðina annarleiðis og við nýggjum hugsanum – breyt upp úr nýggjum eisini her.

 

Ribarhús varð bygt aftur at uppruna handlinum. Hetta gav betri møguleikar fyri vørugoymslu og hagreiðing av fiski.

 

Sámal Petur gjørdi eisini framkomin havnarløg, so sum ”Stóru brúgv”, ið m.a. hevði loftbrúgv til vognar at koyra fiskin frá skipunum inn á virkið. Hetta gjørdist eisini fyrimynd fyri bygging av havnalagi aðrastaðni.

 

Petur Martin kom inn á fyrra kríggj og tær tungu tíðir, hetta hevði við sær. Nøkur fiskastykkir vórðu gjørd, og byrjaði hann salta og virka klippfisk, sum hann bleiv kendur fyri og fekk fleiri heiðursbrøv fyri m.a. úr Spania.

 

Sámal Petur, sum var royndur á skipi fór við einum av skipum sínum, fyri sjálvur at veiða og hagreiða fiskin hann skuldi hava við á fiskaframsýningina, hann fór á í Bergen í 1898 óneyðugt er at siga, at hann fekk heiðursdiplom við gullmedalju fyri hendan fisk.

 

Hetta loysti seg, og sum sagt, fekk Sámal Petur eisini seinni fleiri heiðursbrøv fyri góða vøru.

 

Petur Martin greiddi frá, at tá ið týskurin fór at skjóta skipini á Bankanum undir fyrra kríggi, og einki samband var til skipini, valdi Sámal Petur at fara við lítlum motorbáti, Hilmar, út á Bankan at boða frá, at teir kundu vænta at verða álopnir, og at tað tí var best, at skipini komu inn.

 

Eftir kríggið í 1919 varð fiskiskapurin góður, og tað legðist til við skipum og virkið vaks. Tó vóru rakárini fyrst í 20-unum hørð fyri virksemið hjá gamla Sámal Petur, sum tó ikki fór fallit. Ikki fyrr enn seinnu helvt av 20-unum bragdaði aftur og nøkur góð ár stóðu fyri framman. Tá hevði sonurin, Sámal Petur Petersen, yngri, tikið yvir, og felagið hevði skift navn til S. P. Petersen’s Eftf.

 

Seinni varð hugsað um at fara til Grønlands at veiða. Her var nógvur fiskur fingin. Hetta hevði við sær , at turkihús vórðu bygd.

 

Eisini varð komið inn á blikkpengarnar, sum vórðu gjørdir til SPP´s Efterfølgere. Kjølbro gjørdi sum kunnugt eisini egna peningaskipan.

 

Fólkatalið í Fuglafirði vaks at kalla eins nógv og virksemið hjá Sámal Petur Petersen. Skipini, sum fiskaðu ella keyptu fisk í Íslandi undir seinna kríggi og seldu í Onglandi, forvunnu hópin av peningi – so var eisini í Fuglafirði.

 

Hyggja vit at fólkatalinum í Fuglafirði upp gjøgnum tíðirnar, so stóð tað mest sum í stað alt hundraðárið framman undan 1887. Hetta ár búðu 220 fólk í Fuglafirði. Í 1901 var talið komið upp á 323, í 1911, 445 og í 1924, tá ið Gamli Sámal Petur er noyddur at gevast, er íbúgvaratalið komið upp á 658, so ikki kann sigast annað enn, at hann man hava sett ein trivnaðarvøkstur í gongd í bygdini, sum hevur staðið við, øll árini síðan hann byrjaði.

 

Ein skuldi soleiðis trúð, at nú var liðugt við monnum úr hesi ætt, sum lótu hugsjónir sínar fara í fisk; men soleiðis er ikki. Piddi, sonur Sámal Petur átti tvær døtur, sum báðar fingu sær mann úr Gøtu, Per Húsgarð, og vendi aftur til gamla ættarstarvið, sum Gamli Sámal Petur varð føddur til. Hon gjørdist bóndakona á einum av størstu gørðunum í landinum; meðan hin valdi sær mann, Oddfríð Gregersen, sum leitaði sær útkomu sína úr sama tilfeingi, sum abbin og pápin.

 

Hon valdi sær ein sjómann, sum troytti somu ótryggu grunnar, sum forfedrar hennara, og í dag kunnu vit frøast um, at væl hevur hildnast teimum, har synirnir í dag gera foreldrum sínum stóran heiður og abbunum við, nú teir eru vorðnir stórmenn innan føroyska fiskivinnu – so ikki kann sigast annað enn, at saltið, Gamli Sámal Petur saltaði fyrsta fisk sín við, ikki er dovnað enn; segði Petur Martin Petersen, abbasonur Gamla Sámal Petur í Smæruni í gjárkvøldið, har hópin av fólki lýddi á.