Petur Martin Petersen - seksti fimm ár 6. juni

Tað runda borðið

Niðri á Bugnum á Bókasavninum er Kunningarstovan. Har situr ein fróðarmaður og skrivar. Hann hevur hetta sum sítt skrivihús og kunnar um myndir, bøkur, seyð – ja, eina vanliga bygdarmentan, sum livir bæði á mannamunni og í verumáta hjá fólki her á staðnum. Serliga er tað gomlum monnum, hetta verður opinberað, øðrum góðum kristnum bygdafólki og teimum, ið taka í klinkuna í hesum húsi. Hetta er okkara góði vinur, Petur Martin Petersen, sum fær dagin á glið hjá mongum, sum støkka inn á gólvið og leita sær ein sess við tað runda borðið. Her fara dagsløtur av stað í hávendum orðum hjá monnum, sum hava livað eitt heilt lív á skipabunka ella við havsins rendur her á landi. Hava havt konu, børn, seyð og siga søgu um torvskurð, t. d. á Góðadali, Úti á Dølum, í Halgadali, og sitera onkran gamlan fuglfirðing t.d. - Pól á Vestur, Geila Hans ella Jógvan hjá Geila Hans. Hetta eru hevdvunnar løtur. Tú kennir teg eins og í einum buddistiskum templi, tá ið hesar rámandi søgur eru á lofti. Tá ræður kvirran, og ein mentanarlátur spyrst burtur úr hesi søgugongd.

Petur Martin, sum situr í djúphugsni við pultin hjá sær , sum er digst við durin, ressast og reisist úr sæti, fer inn í heimsins minsta mentanarkøk og kemur yvir til tað runda dýrdarborðið við kaffikannuni, koppum og hevur smákøkur við í fikkuni. Hann borðreiður fyri hópinum so hegnisliga, sum eingin húsmóðir í bygdini kann gera tað. Hann hevur eitt snitt við høgru hond, tá ið hann býtir breyðið út millum stavnarnar við tað runda, heilaga borðið. Tummilin er fyri seg sjálvan, og hinir fingrarnir halda saman. Hann steðgar á, og meðan hann borðreiðir, ganga søgurnar. Hann er stinnur í bókmentum, og kann leiða okkum inn í hugsannarháttin hjá Leo Tolstoy, Mikkjal á Ryggi og Møllehave. Tummilin á høgru hond nikkar játtandi til tað, ið sagt verður, og somuleiðis hinir fýra, sum liva eins og í einum sambýli - knýttir saman í ein tóva, knugga og nikka. – Petur Martin hevur altíð rætt, og hann hevur orðið í síni makt. Tað vita fingrarnir, og tað vita teir livandi riddararnir kring tað runda borðið eisini.


Heimið við Bøveg


Hann er umgirdur av bókum her í hesum kliva á Bugnum, og tá ið hann kemur til hús, so eru somu børn kring fróðarmannin. Nú eru tað bøkur úr gomlum døgum, sum tosa sítt stumma mál við mannin. Tá ið vit sum ungir reikaðu um tún og teigar her í staðnum, so lá fljóðið fremst í huganum; men Petur Martin var annarleiðis. Vit bygdu hús til unnustur okkara, men Petur Martin bygdi sær hús til listina. Hann hevur verið sera góður við Jóannes Christiansen, mammubeiggjan, og málningalist hansara. Tað var tað, sum tað snúði seg um, men sjálvandi hevði hann fingið sær gentuna eisini, men fyrst var tað listin. Tá ið hann og Unna fluttu inn, var Jóannes Christiansen í glas og rammu kring allan skálan. Hetta er og var eitt satt prýði, og tóku tey seg væl út millum hesar málningar. Listin lá ikki so frammarlaga í okkara sinni tá, og hevur Petur Martin mangan verið vegleiðarin í hesi søk, tá ið um føroyska list og heimslistina ráddi.

Vit eldast dag frá degi, men listin er ævig. Hon eldist ikki og slítist ikki av tíðarinnar tonn. Penslastrokini hjá Jóannes Christiansen er æviga gjørd við Bøveg í Fuglafirði. Tá ið 100.000 ár eru runnin, verður frumgróðurin í hesi impressionistisku list úr Leirvík at lýsa eins væl sum í dag. Hetta veit Petur Martin, tí bygdi hann húsini soleiðis, at tá ið hann, og Unna ikki eru meira hesum foldum á, so stendur ein varði eftir tey. Ein impressionistiskur dráttur í inn – og útsúgi í reyða skálanum við Bøveg teimum til heiðurs og okkum øðrum at gagni. Hetta er gáva til gagns.


Pensjonistasvimjing

Eitt er skrivihúsið á Bugnum, men einki er sum leygarmorgun, tá ið allur riðilin av hesum monnum svambla snimma á morgni í svimjihylinum. Tá er løtan vígd einum sosialum mynstri, sum ikki finst á Guðs grønu jørð. Sjálvandi verður svomið aftur og fram nakrar ferðir. Hóast fleiri av hesum unglingum eru farnir upp um tey áttati, so hava flest allir lætta skrúvu.

Petur Martin er ikki tann fyrsti, ið ger tærnar vátar, men kemur, tá ið flest allir hava fingið kríllin undir kav. Tá eru vit komnir aftur inn á grunt vatn og sita eins og í lotusstøðu og siga okkara mantru... tá kemur ovasti harrin, Petur Martin , í vatnið. Sum fremsti munkur í hesum vinaskara fer hann undir leygardagslesturin og manar fram søgur um t. d. Martinius, abbabeiggjan, úr Kollafirði. Hansara útferðir til Rom, tá ið hann stóð við síðuna av pávanum, og fólk spurdu: “ Hvør er hasin, sum stendur við síðuna av Marstinius?” Hetta er ein flyting í heimsklassa, at flyta ein so poetiskan mann úr Kollafirði til Vatikanið. Ein surrialistisk mynd, sum Salvador Dali hevði fangað og fest á løriftið, men vit eru í svimjihylinum ein leygarmorgun og hava sligið ring um Petur Martin, sum dugir at siga frá betur enn nakar annar... og her verða vit sitandi, til tíð verður at fara upp at fáa sær ein kaffimunn frá Bergi Poulsen, sum so smidliga hevur flakt nakrar piparfruktir, sum verða kyrraðar afturat mildum osti, Óla Gamla og abba Gamla Óla. Flestum dámar best ræsta ostin við fornavninum Óli.

Aftur her er prátið um farnar dagar við rákanum av piparfruktum undir gómanum og osa av tí sterka, ræsta ostinum, Óla Gamla, sum veitir okkum pensjonistum ein styrk snimma ein leygarmorgun bæði heyst, vetur, vár og út á summarið. Ja, har situr Petur Martin í landsynning við borðið og sigur frá. Væl gagnast rundstykkini, og Bergur fær rós fyri sínar dýrabaru kaffidropar, hann hevur gjørt til pensjonistahópin. Tiltikið er neytakonumuður, roykte og jarðarmóðirkaffi, men hetta er nógv betri, tí blíva søgurnar eisini so góðar, at ilt hava vit við at reisa okkum frá hesum morgunmatarborði. Tað var Arnfinnur Olsen, frv. skúlatænari, sum fór undir hetta góða tiltak, sum nú hevur vart í meira enn 20 ár.

Til jólaborðið hjá hesum monnum ber Petur Martin altíð eina yrking fram, sum hann hevur yrkt sjálvur, um farna árið. Eisini, tá ið onkur føðingardagur og merkisdagur er í bygdini, so letur hann av sínum skaldagávum og gleðir fólk við einum sangi. Hann dugir málið og væl sita yrkingarnar.



Fuglafjarðar Skarð


Tá ið summarið fer at halla , og skúlarnir fara undir nýtt skúlaár, er kallurin í fremstu røð, tá ið fjøld av fólki tekur seg niðan á Skarð á fólkafund uml. fyrsta sunnudag í august. Tað er Petur Martin, sum stílar fyri. Hann hevur nú í meira enn 10 ár tikið stig til hesa løtu – niðan til heimsins størsta varða, sum sigur sína søgu um fólkið, sum er farið til Elduvíkar, Oyndarfjarðar og yvir á Hellur, og so øvugt - hava leitað sær til bygdirnar sunnanfyri - Fuglafjørð, Leirvík og Gøtu. Portrið á Skarðinum er ímyndin av portrinum út í heim og inn í heim. Her varð steðgað á, og 3 steinar vórðu lagdir afturat hesum vegleiðara. Meðam steinarnir vórðu tveittir, varð sagt: “ Gud fader, Guds søn og Gud den helligånd.” Alt hetta grýtið er vælsignað av mannahond og tí tríeinda Guði. Hugsa tær til, øll tey fólk í túsundatali , ið hava lagt stein afturat hesari pyramidu. Høvdu teir verið eins stórir, sum teir, ið fóru til Keopspyramiduna, so hevði hesin varði rokkið til Himmals. Tá hevði lítið verið um Keopsvarðan í Egyptalandi.

Tá ið farið verður undir fólkafundin, situr fólkið kring varðan, Petur Martin bjóðar øllum at verða vælkomin, sangir verða sungnir og tala hildin. Tað eru longu nógv fyndarorð søgd á hesum stað, sum hava fest seg í teir guddómligu steinarnar. Hetta er ein góður máti á ein slíkan hátt at enda summarið. Petur Martin er sera poetiskur, tí fær hann hetta at bera til, og vit onnur njóta gott av hansara skaldakenda verumáta.

Ja, Petur Martin, nú verður tú seksti fimm ár, og eg skal siga tær, at tað er ikki so galið at vera komin so langt á leiðini. Skrúvan gert lættari, vit flóta betur, og unnustur okkara fara at hjúkla uppaftur meira um okkum. Nærri impressionistisku heimslistini kanst tú ikki koma.


Hjartaliga til lukku


Frits