Petur Martin er skálamaður. Foreldur hansara vóru Súsanna, fødd Johannesen og ættað av Skála, og Olaf Rasmussen, sum var ættaður úr Syðrugøtu. Tey fingu fýra børn: Petur Martin, Jóhanna Olafsdóttir, Hans Andreas ella Dia og Pálma Joensen. Jóhanna og Pálma búgva á Skála, og har búði Dia eisini. Hann var 56 ára gamal, tá ið hann doyði í 1988.
Eftir barnaskúlan á Skála arbeiddi Petur Martin eitt skifti í handli og á bedingini á Skála, áðrenn hann fór til Havnar at ganga í studentaskúlan, sum tá helt til á VBV. Petur Martin tók preliminerprógv í 1950, og í 1952 var hann liðugur við studentaskúlan.
Leiðin lá síðani til Keypmannahavnar, har Petur Martin í juni 1960 var liðugur við cand. theol. lesturin. Eftir pastoralseminariið hetta sama heystið var hann 1961-62 hjálparprestur í Klaksvík fyri Jóhan Nielsen, sum var fólkatingsmaður.
Undir lesnaðinum hevði Petur Martin roynt seg sum læraravikarur í skúlunum á Strondum og í Kollafirði og eisini í studentaskúlanum. Í 1962 varð hann settur sum adjunktur í studentaskúlanum, har hann undirvísti í kristni, latíni og søgu.
Frá 1965 og fram til 1971 var Petur Martin fyrst hjálparprestur í Havnini og síðani kalskappellanur í Suðurstreymoyar prestagjaldi. Í 1971 gjørdist hann prestur í Eiðis prestagjaldi, og Petur Martin var prestur og familjan búði á Eiði inntil í 1983. Tá fluttu tey til Havnar aftur, tí Petur Martin fór í fulltíðarstarv á Fróðskaparsetrinum, har hann hevði verið við til at seta gudfrøðideildina á stovn, og sum hann eisini var leiðari fyri.
Eftir at Føroyar vóru vornar sjálvstøðugt bispadømi í 1990, gjørdist Petur Martin fyrsti dómpróstur Føroya. Hann sat í tí starvinum inntil miðskeiðis í níti árunum, tá ið hann tók við sóknarprestaembætinum á Tvøroyri. Tað starvið røkti hann, inntil hann vegna aldur legði frá sær.
Petur Martin hevur verið íðin við penninum. Hann hevur skrivað fleiri bøkur og nógvar greinar í ritum og bløðum, og hann hevur hildið nógvar fyrilestrar í Útvarpi Føroya.
Krúnan á bókmentaliga arbeiðnum var tað, tá ið Petur Martin í 1987 gav út Den færøske sprogrejsning med særligt henblik på kampen om færøsk som kirkesprog i national og partipolitisk belysning. Hetta sama árið vardi hann bókina sum doktararitgerð við lærda háskúlan í Lund.
Petur Martin dugir væl at grundgeva fyri sínum áskoðanum, sum viðhvørt kunnu vera í andsøgn við tað, sum er alment. Hann er hugnaligur at vera saman við, og hann hevur stórt innlit í føroyska samfelagnum á so mongum økjum. Ikki minst tá ið tað kemur til ættar- og bygdarsøgu er hann sum tikin úr leikum.
Petur Martin hevur luttikið í fleiri ráðum og nevndum, sum hava havt við kirkjulig og skúlalig viðurskifti at gera. Hann var formaður í bygginevndini og ein av forsprákarunum, tá ið felagsskúlin á Oyrabakka varð bygdur, og hann var limur í nevndini, sum fyri landsstýrið skrivaði álit um yvirtøku av fólkakirkjuni.
Í avmarkaðu frítíðini, sum Petur Martin hevur unt sær sjálvum, hevur honum dámað væl at gingið í fjøllunum, og hann sæst framvegis ganga langar túrar í Hoyvíkshaganum. At eygleiða náttúruna hevur honum dámað væl, og saman við konuni røkir hann framvegis urtagarðin kring húsini í Hoydølum. Stóra uppgávan, sum hann nú fæst við, er at skriva søguna hjá heimbygdini Skála, sum hann altíð hevur gingið nógv uppí at varðveita sambandið við, hóast tað skjótt eru seksti ár síðani, at hann flutti av bygdini.
Petur Martin giftist 4. mai í 1957 við Ingibjørg fødd Jakobsen og ættað úr Hvalvík. Tey eiga trý børn: Ólavur (1957), Súsanna (1960) og Ári (1962). Ólavur býr í Hvalba, Súsanna býr í Keypmannahavn, og Ári býr á Argjum.
Føðingardagin var Petur Martin á Skála.J