Petur Meinhard er ein av leikarunum í Dramaverkstaðnum, sum framførdi leikin Menniskjan og tey fornesku.
Hvussu var at framføra í kvøld?
- Tað var ordiliga stuttligt at framføra, og tað gekk nógv betur enn væntað.Eg eri glaður fyri at tað gekk so væl.
Hvussu leingi hava tit fyrireikað tykkum?
- Vit hava vant leikin í tríggjar mánaðir. Men fyrr í dag høvdu vit ringar vónir, serliga tí at pallurin her í Norðurlandahúsinum er so nógv størri, enn har vit hava vant. Tað var ein ógvislig broyting av umhvørvi. Men tað var stórsligið at framføra á pallinum í Norðurlandahúsinum.