Petur Ove Ellingsgaard 80 ár

Mánadagin 3. november, fyllir Petur Ove Ellingsgaard í Klaksvík 80 ár

Mánadagin 3. november, fyllir Petur Ove Ellingsgaard í Klaksvík 80 ár. Petur Ove er ættaður av Eiði og flutti í 1941 til Klaksvíkar, har hann byrjaði í læruplássi á sleipistøðini hjá J. F. Kjølbro. Eftir lokna lærutíð sum maskinmaður, sigldi hann í mong ár sum meistari við skipum hjá Kjølbro, t.d. við Skálabergi, ið kom til Klaksvíkar í 1956. Stutt eftir at Kjølbro fyrst í sekstiárunum keypti Pride og setti hann í fasta rutu millum Klaksvík og Tórshavn, fór Petur Ove sum maskinmaður umborð á hetta tá stásiliga ferðamannaskip. Í 1968 fór Petur Ove undir at reka maskinverkstað uppi á Vágsheygnum. Verkstaðurin POMEK heldur nú til í reyðu høllini uppi við Borðoyarvík og ikki er frítt, at Petur Ove enn er at síggja á verkstaðnum.

Petur Ove giftist í 1949 Ragnhild, dóttir Jógvan Segl og Henriettu. Tey fingu fýra dreingir. Tveir teirra búgva í Klaksvík, ein í Tórshavn og ein í Klintebjerg, norðan fyri Odense. Abbabørnini eru seks í tali. Petur Ove gjørdist einkjumaður í 1990.