- Hetta er tann besta fløgan eg nakrantíð havi gjørt, sigur Petur um fløguna, har gittaristurin er kosin sum heimsins besti rokkgittaristur Kendi tónleikarin, Petur Pólson, er nú aftur ávegis við einari fløgu. Slóðbrótandi tónleikurin á fløguni er sambært Peturi øðrvísi, enn nakað vit áður hava hoyrt.
- Eg havi spurt meg fyri, og tey fólkini, ið hava hoyrt míni løg siga, at tey aldrin áður hava hoyrt slíkan tónleik, sigur Petur við Planet.
Fløgan ber heitið ?Tokyó?, og kemur eftir ætlan á gøtuna seinast í apríl.
Fløgan er tikin upp í Sandavági ímillum mars 2008 og mars 2009. Petur hevur sostatt nýtt yvir eitt ár uppá innihaldið á nýggju fløguni, og at enda er hon til reiðar at vísa almenninginum.
- Vit hava nýtt ótrúliga nógva orku uppá fløguna, og eg haldi hetta er tað besta eg nakrantíð havi gjørt, sigur hann við Planet.
Bogi á Lakjuni, sum er framleiðari, hevur saman við Peturi arbeitt seinasta árið við fløguni.
Heimsins besti rokkgittaristur við á fløguni
Á ?Tokyó? hevur Petur fingið ein forkunnugan gestatónleikara. Amerikanski rokkgittaristurin Ty Tabor, sum er best kendur úr rokkbólkinum King?s X, spælir á einum lagi. Ty Tabor er serstakliga viðurkendur og ekvillibristskur gittarleikari. Í 1993 og 94 varð hann kosin heimsins besti rokkgittaristurin av Guitar Player blaðnum