Petur Paula Petersen til minnis

f. 06. aug.1969 - d. 29.apríl 2009

Mikudagurin 29. apríl situr fastur í huga mínum. Eg var farin til arbeiðis sum vanligt, umleið klokkan hálvgum tíggju ringir telefonin, og í hinum endanum hoyri eg røddina á vinmanninum Peturi - gott var lagið. Vit tosaðu um leyst og fast, sum vit so mangan gjørdu. Petur var raskur at ringja til mín, og til aðrar av vinmonnum sínum.

Sama dag klokkan hálvgum tvey koma tey sorgarboð, at Petur var deyður av einari arbeiðsvanlukku.


Eg má siga, at alt stegaði upp. Eg fór niður úr stiðjanum eg stóð í, og legði hamaran frá mær og settist í bøin. Hetta kann ikki bera til, nei, nei ikki Petur hjá Boga. Harra Guð, havi akkurát tosað við hann í telefon, og lagið var so gott. Hann var so glaður. Men hvat, deyðin spyr ikki eftir um vit eru glað, eiheldur hvar vit er stødd, tá hann vitjar.


Petur var mín fyrsti lærumeistari, tá vit sum smádreingir bygdu hyttu uppi í Nesagarðinum. Hann stóð á odda, tá vit bygdu kassabil og mangt annað. Petur var tvey ár eldri enn eg, men vit spældu nógv saman og vóru nærmastu grannar.

Tá vit blivu vaksnir, skaffaði Petur mær lærupláss hjá Valbjørn Dalsgarð. Vit arbeiddu saman í nøkur ár, bæði í Føroyum og í Danmark.


Petur var sera trúfastur, og tú visti altíð, hvar tú hevði hann. Raskur og erligur í øllum hann fekst við.


Hesi seinastu árini hevur Petur búð og arbeitt í Danmark, men trúliga vitjaði hann heim aftur á klettarnar og hevði lítla sonin Boga við sær.


Petur var heilur í øllum. B71 hevði hansara stóra áhuga, og ringdi hann trúliga til pápa sín at frætta øll úrslit um fótbólt.


Seinasta túrin Petur var heima var á páskum til barnadópin hjá tvíburðunum hjá Arthur. Eingin visti av at Petur skuldi koma, soleiðis gleddi Petur familjuna hjá sær.

Petur gav sær altíð tíð at vitja vinir sínar, og soleiðis var eisini henda síðsta túrin. Vit høvdu eina deiliga hugnaløtu saman, og har blivu allir verðsins trupulleikar loystir, sum vit ofta gjørdu tá Petur vitjaði.


Petur er ikki millum okkum meir, og sum prestur segði í kirkjuni til jarðarferðina, "einki verður tað sama aftur" og "sorg er heimleysur kærleiki". Hetta er so satt sum tað er sagt. Á gravarbakkanum fór at regna, tað var sum himmalin græt við okkum øllum.


Góða Henrietta, Bogi, systkini og lítli Bogi. Harrin sum øllum valdar styrkir tykkum í sorgini og sakninum. Petur verður ongantíð gloymdur. Minnini eiga vit nógv og rík, og tey goyma vit væl.


Hvíl í friði góði vinmaðurin Petur, vit møtast aftur.



Jógvan Krog Mortensen