Petur Reinert: Evropeisku HM-dómararnir eru best

(FM1) Hoyr HM-radiosendingina hjá FM1, har Petur Reinert, fyrrverandi altjóða dómari var gestur

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr sendingina "HM radio", ið var á FM1 seinnapartin í dag.

 

Gestur var fyrrverandi altjóða fótbóltsdómarin, Petur Reinert úr Leirvík.

 

Til umrøðu var Neymar, VAR-skipanin, dømingin í samband við Iran-Portugal-dystin sum var órógvaður av nógvum VAR avgerðum, rokaligi dysturin millum Kolumbia og Ongland, og avrikið hjá dómarunum higartil í HM-kappingini.

 

Petur Reinert heldur, at evropeiskir dómarar hava staðið fyri teimum mest sannførandi avrikunum higartil í HM-kappingini.